Tað fer at kosta 6.264 krónur at eiga tóm hús í Havn

Eigur tú tóman bústað í Tórshavnar kommunu, so skalt tú gjalda kommununi 6.264 krónur um árið í tænastugjaldi


Tórshavnar býráð fer seinnapartin í dag at taka støðu til eitt uppskot um at leggja tænastugjald á tómar bústaðir í kommununi.

Løgtingið hevur samtykt lóg um tænastugjald á tóm býli, sum gevur føroysku kommununum heimild at áseta tænastugjald á býli, sum standa tóm í kommununum.

Sambært lógaruppskotinum so skal tænastugjaldið roknast sum “miðalupphæddin av samlaðu útreiðslunum, sum kommunan hevur havt tey seinastu 5 árini til renovasjón, vatnveiting, kloakkir og sløkkilið, deild við talinum av bygningseindum í kommununi.

Roknskapartølini fyri Tórshavnar kommunu eru hesi:

##med2##

Tað vil siga, at árligi miðalkostnaðurin seinastu 5 árini er 68.376.000 kr.

Tórshavnar kommuna skrivar í tilfarinum til býráðsfundin í dag, at í fyrstu syftu hava kommunurnar brúkt tøl um bygningseindir og tóm býli frá Umhvørvisstovuni sum grundarlag fyri at rokna út tænastugjaldið, men tølini hjá Umhvørvisstovuni eru ikki dagførd, og skulu tí takast við neyðugum fyrivarni.

Har verður sagt, at Tórshavnar kommuna hevur sambært Umhvørvisstovuni 10.915 bygningseindir. Hugtakið bygningseindir fevnir í hesum høpi um tali av býlum og virksemiseindum. Í íbúðarblokkum telur hvør íbúð sum eitt býli.

Við býli verður hugsað um bæði vanlig sethús, tvíhús, raðhús og hús, sum millum manna verða nevnd »summarhús«, men eisini um íbúðir í íbúðablokkum og íbúðir í t.d. virkisbygningum og á neystaloftum. Íbúð í húsi, har eigarin sjálvur býr, og har íbúðin ikki er frámatrikulerað sum sjálvstøðug íbúð, er ikki fevnd av lógaruppskotinum.

Hugtakið »býli« merkir hús, íbúð og tílíkt, sum er egnað at vera nýtt til bústað. Eitt býli er millum annað eyðkent við, at vatn er lagt inn og kloakk er bundin í býli. Smærri bygningar úthús, bilhús, hjallar, neyst og tílíkt, sum ikki eru egnaðir at búgva í, eru ikki fevndir av hugtakinum bygningseind í hesum høpi.

Tað vil siga, at tænastugjaldið verður (68.376.000/10.915) = 6.264 kr., í 2026, um tølini hjá Umhvørvisstovuni verða brúkt sum grundarlag, skrivar Tórshavnar kommuna í tilfarinum til býráðsfundin í kvøld.

Tórshavnar kommuna liggur sostatt niðanfyri hámarkið á 7.942 kr, og kann tí krevja fulla upphædd á 6.264 kr um árið í tænsastugjaldi.

Sambært tølum frá Umhvørvisstovuni, so verður mett, at tað eru 477 tóm býli í Tórshavnar kommunu. Út frá hesum gevur tænastugjaldið á tóm býli Tórshavnar kommunu (6.264x477) = 2.988 tús. kr. árliga.

Eitt tómt býli í hesum høpi er eitt býli, har eingin er skrásettur at búgva sambært Landsfólkayvirlitinum.

Tað er ikki nágreinað nærri í viðmerkingunum til lógina, hvussu leingi eitt býli skal standa tómt fyri at verða definerað sum eitt tómt býli.

Tekniska fyrisitingin hjá Tórshavnar kommunu hevur eisini eina meting av, hvussu nógvar bygningseindir eru í kommununi, og hvussu nógv býli standa tóm. Tekniska fyrisitingin metir, at tað eru 9.111 bygningseindir í Tórshavnar kommunu harav 824 tóm býli. Við hesum tølunum, sum grundarlag, hevði tænastugjaldið givið Tórshavnar kommunu (68.376.000/9.111) = 7.505 kr. x 824 = 6.184 tús. kr. árliga.

Sambært Tórshavnar kommunu eru tølini frá Umhvørvisstovuni eru ikki dagførd tøl og tølini frá Tórshavnar kommunu skulu eisini takast viðfyrivarni, men mett verður, at at tænastugjaldið fer at geva Tórshavnar kommunu einastaðni millum smáar 3 mió. kr. og góðar 6 mió kr. í inntøkum av tænastugjaldinum á tóm býli um árið.

Kommunan skal sjálv krevja inn tænastugjaldið (TAKS hevur ongan leiklut). Í kravinum skal vera tilskilað, hvørjar tænastur kravið er fyri, hvussu komið er fram til upphæddina í kravinum, og nær kravið fellur til gjaldingar.

Kommunan ger sjálv av, um tænastugjaldið verður kravt inn mánaðarliga, hvønn ársfjórðing, hálvárliga ella árliga.

Kravið verður sent eigaranum av býlinum. Eru fleiri eigarar, bera teir samábyrgd fyri upphæddini.

Tað fer tí at krevja nakað av útreiðslum hjá Tórshavnar kommunu at fyrireika tænastugjaldið, seta tað í verk og at umsita tænastugjaldið frameftir. Fyrst skal kommunan gera ein lista av bygningseindum og tómum býlum, sum skal brúkast til útrokningar- og faktureringsgrundarlag. Hetta verður gjørt við útgangsstøði í bygningsskránni og Fólkayvirlitinum. Síðan skal listin við millum 477 og 824 býlum góðskutryggjast sambært Tingbókini hjá Tinglýsingini og helst eisini vinnuskránni.

Tá ið listin er góðskutryggjaður og góðkendur verður tænastugjaldið fakturerað, í fyrsta umfarið hálvárliga. Talan verður um millum 477 og 824 nýggjar skuldarar.

Tað er trupult neyvt at meta um, hvussu nógva orku nýggja tænastugjaldið fer at krevja av kommununi, men helst verður neyðugt at seta eitt ella fleiri fólk til at umsita nýggja tænastugjaldið. Tórshavnar kommunu hevur fyrra hálvár í 2026 til at fyrireika nýggja tænastugjaldið.

Stjórnin í býránum hevur mælt fíggjarnevndini til at taka undir við uppskotinum til tænastugjald á tóm býli og at beina málið í býráðið.

Í fíggjarnevndini tók meirilutin, Elsa Berg, Guttormur í Skála og Kristianna Winther Poulsen, undir við tilmælinum við tí broyting, at heitt verður á fyristingina um at gera uppskot til innheintingarskipan, sum er løtt at umsita.

Minnilutin, Tróndur Sigurðsson og Høgni Vilhelmsen, tók ikki undir við tilmælinum.

Tað bendir á, at semja ikki verður á býráðsfundinum í dag um málið.