Fyrireikingararbeiðið til asfaltering av Vágsvegi - frá minnisvarðanum og út til rundkoyringina í Vági - er farið í gongd.
Í Vágs kommunu verður heitt á bilførarar og fólk til gongu um at ansa sær um hesar leiðir.
- Graviarbeiði, kaðalarbeiði og kloakarbeiði verður nú gjørt á Vágsvegi. Arbeiðini verða gjørd í sambandi við asfalteringina av hesum vegastrekki.
Sagt verður, at arbeiðsmenn á vegatoyminum hjá kommununi, Føroya Tele og aðrir undirveitarar standa fyri arbeiðnum.
- Ristir verða tiknar upp, og grivið verður fyri kaðalum og líknandi, soleiðis at klárt verður at asfaltera.
Í Vágs kommunu vísa tey á, at á fíggjarætlanini fyri 2026 er peningur settur av til at asfaltera allan Fossáveg og ytra part av Vágsvegi – heilt frá rundkoyringini og vestur til minnisvarðan.
Lagt verður aftrat, at miðjað verður eftir, at asfalteringin fer í gongd eftir páskir.










