vertur fyri, verður inni á flakavirkinum, og alifelagið hevur fingið Hotel Hafnia at gera laks til á ymiskan hátt. Klokkan 18 í dag fer Hanus G. Johansen eisini at syngja vísur inni á flakavirkinum. Klokkan [...] kann nevnast, at hoppiborgir eru inni á flakavirkinum úti í Støð, og her verður opið til klokkan 20 í kvøld. Myndaframsýning av bátum og skipum, sum er í Undirhúsinum á Munkinum, verður opin til klokkan 18 [...] klokkan 04 í nátt. - Vit ynskja øllum, ungum sum eldri, hjartaliga vælkomnum til oktoberhugnan á Sandi, siga fyrireikararnir, sum eru Sands kommuna, Ungmannafelagið Virkið og B71.
samband við oktoberhugnan, sum byrjaði á Sandi í gjár og sum heldur fram til langt út á sunnunáttina, bjóðaði Sands kommuna til stórt og vælbúgvið morgunmatarborð á Mørkini Miklu í morgun. Høvi var at fáa [...] løtum var rímiliga illfýsið, fóru fólk stundisliga av húsum og vóru við til góða morgunmatarborðið á Mørkini Miklu.
línuskipið Sandshav á Sandi við fólki, sum vilja síggja, hvussu nútímans línuveiða gongur fyri seg. Hetta forvitnisliga tiltak er partur av skránni fyri oktoberhugnan, sum er á Sandi í dag. Ivasamt var [...] líkindini eru, men sum viðhefta mynd vísir, liggur skipið nú í Skúvoyarfirði. Í morgun segði skiparin á Sandshavinum, Eyðvarur Petersen, at eini 60-70 høvdu teknað seg til at sleppa við í dag. - Hetta eru
og børn, hava teknað seg til stuttan línutúr við Sandshavinum í dag. Á Sandi er oktoberhugni, og eitt av forvitnisligu tiltøkunum á skránni er ein stuttur línutúrur við Sandshavinum í dag. Men, fyri løtu [...] løtu síðan, tá In.fo hitti skiparan, Eyðvar Petersen, var ivasamt, um túrurin verður gjørdur nú á middegi sum ætlað. Líkindini eru einki serlig. Tað er væl av vestligum vindi, og skiparin ivast í, um tað
B71 fríggjadagin og leygardagin 30. og 31. oktober skipa fyri árligu trivnaðardøgunum á Sandi, verður mangt ymiskt á skránni. Talan er um mong fjølbroytt tiltøk, har okkurt verður til allar aldursbólkar [...] at ala á Sandsvág. Felagið hevur gjørt av at leggja tveir aliringar á Sandsvág í vetur fyri at kanna, hvussu teir klára seg móti seigu vesturættini. Eftir ætlan fer felagið at seta út laks á Sandsvág [...] Marine Harvest saman við øðrum rekur flakavirkið, ið virkar frystan fisk. Nú oktober-hugni verður á Sandi, verður vestari flakavirkisbygningurin karmur um smakkiroyndir, ið Marine Harvest fer at borðreiða
Sands kommuna, Ungmannafelagið Virkið og B71 skipa fyri á Sandi. Línuskipið Sandshavið hevur í ár verið fimm ár á Sandi, og hesa tíðina hava teir umborð á Sandshavinum - umframt at royna undir Føroyum - eisini [...] neyðugt at tekna seg til túrin. Tekningarlisti liggur frammi í Undirhúsinum á Munkinum á Sandi, og eisini ber til at ringja á tlf. 661034, millum klokkan 9 og 16. [...] Fyrireikararnir av oktober-hugnanum og manningin á Sandshavinum vóna við hesum tiltaki at økja um kunnleikan hjá fólki - og vísa á týdningin, sum arbeiðsplássini á sjónum hava fyri samfelagsmenningina. Málið
Familjufyritøkan Sp/f Rólant Vidtfeldt á Sandi hevur nú 40 ár á baki. Tað var, eftir at Rólant sum 20 ára gamal á sumri í 1975 hevði tikið sína útbúgving sum rørleggjari, at hann fór undir egna hvs-fyritøku [...] Hjá Rólanti til í kjallaranum á Áarbøi 2, men flutti fyri umleið 32 árum síðan í Tvørgøtu 1 á Sandi. Rólant Vidtfeldt sigur, at meðan fyritøkan enn húsaðist í egnum kjallara á Áarbøi 2, fóru hann og konan [...] rørsmiðjur. Stutt eftir, at hann var útlærdur sum rørsmiðjur, fór Rólant, sum tá hevði bygt sær hús á Áarbøi 2 á Sandi, undir egna hvs-fyritøku, og fá ár seinni fekk hann sær eisini handil við ymiskum innan hvs
minst veðurlombini - fáast í rætt. Í kvøld verða veðrar flettir á Sandi. Í familjuni er vanligt, at gingið verður frá einum til annan at fletta, gjarna eisini millum bygdir í oynni. Einir 20 veðrar verða [...] enn í ár. - Vit vænta, at teir bestu fara nakað yvir tey sjeyti pundini, siga teir úr bilhúsinum á Sandi, har flett verður í kvøld. [...] Enn eru menn ikki heilt lidnir at ganga á fjall, og enn eru ikki allir veðrar flettir. Í summum hagum hevur gingið illa at rikið, og tá hetta er skurðfjall, er umráðandi, at allur seyðurin - og ikki minst
ikki, hví borgarstjórin á Sandi mótmælir. - Sum støðan er nú, er onki skip, sum í einari knappari vending kann setast í Sandoyarsiglingina, uttan Ternan. - Og tað er onki sum bendir á, at tað verður nakað [...] Hesar seinastu dagarnar hevur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, ikki havt tað gott. Tað niðurstøðu er Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, komin til. Henrik Old hevur gjørt av bíða við at [...] orsøk. Tað er nevniliga bara Ternan, sum kann avloysa í sandoyarsiglingini Hetta fekk borgarstjóran á Sandi upp úr stólinum, tí hann heldur at Henrik Old hevur eina dulda ætlan. Trýst HER , og les um ta duldu
Níggju ára gamli Nóa, sonur Adu Kristinu Petersen og Jóhan Falkvard Clementsen á Sandi, dámar væl at ganga á fjall og fletta. Hóast hann bara er níggju ára gamal, hevur hann - síðan hann var lítil smádrongur [...] rokanum. Hann helt seg ikki aftur, men var ágrýtin sum ein annar maður. Nóa dámar eisini væl at vera á fjalli, og tað er stuttligt at síggja, tá smádreingir í hansara aldri eisini sleppa at taka eina hond