Níggju ára gamal flettari

Hóast hann bara er níggju ára gamal, hevur hann stóran áhuga fyri seyði og fletting.

Níggju ára gamli Nóa, sonur Adu Kristinu Petersen og Jóhan Falkvard Clementsen á Sandi, dámar væl at ganga á fjall og fletta.

 

Hóast hann bara er níggju ára gamal, hevur hann - síðan hann var lítil smádrongur - havt stóran áhuga fyri seyði.

 

Um dagarnar, nú teir flettu heima við hús, var Nóa mitt í rokanum. Hann helt seg ikki aftur, men var ágrýtin sum ein annar maður.

 

Nóa dámar eisini væl at vera á fjalli, og tað er stuttligt at síggja, tá smádreingir í hansara aldri eisini sleppa at taka eina hond í og royna seg við fletting.