Seinnapartin í morgin klokkan 17.30 byrjar dysturin í HM-millumbólki 3 millum Frakland og Føroyar í Katowice í Póllandi.
Frakland, Føroyar, Danmark og Rumenia manna bólkin. Føroyar og Danmark hava tvey stig hvør, meðan Frakland og Rumenia einki stig hava.
Átta altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin hava eina favorittstøðu til Frakland. Føroyar hava annars havt favorittleiklutin í teimum innleiðandi bólkadystunum móti Norðurmakedonia, Íslandi og Rumenia.
Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru 3,17.
Miðaloddsini upp á franskan sigur eru 1,50.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 9,35.
HER eru oddsini:
##med2##