Bjóða til línutúr við Sandshavinum

Næsta leygardag klokkan 12 verður sera forvitnisligur túrur gjørdur við Sandshavinum.

Næsta leygardag klokkan 12 verður sera forvitnisligur túrur við Sandshavinum fyriskipaður. Hetta tiltak er í samband við oktober-hugnan, sum Sands kommuna, Ungmannafelagið Virkið og B71 skipa fyri á Sandi.

 

Línuskipið Sandshavið hevur í ár verið fimm ár á Sandi, og hesa tíðina hava teir umborð á Sandshavinum - umframt at royna undir Føroyum - eisini drigið fisk at borði undir Grønlandi, í Íslandi og á Flemmish Kap.

 

Tey fyrru árini hevur manningin á Sandshavium verið skiftandi, men nú hevur skipið bygt sær upp eina manning sum í stóran mun fevnir um kvikar og raskar sandingar í bestu árum.

 

Sandshavið telist í løtuni millum tey fáu feskfiska-línuskip í føroyska fiskiskipaflotanum, sum ikki hevur trupulleikar við at manna skipið.

 

Næsta leygardagin - 31. oktober - verður so høvi hjá fólki, sum ikki eru kunnug við línuveiði, at seta seg inn í henda veiðihátt, tá Sandshavið fer at vísa, hvussu arbeiðið umborð gongur fyri seg.

 

Farið verður úr havnini úti í Støð klokkan 12 og út at seta ein stokk av línu. Stokkurin verður drigin aftur, og harvið hava fólk høvi at kunna seg um línuveiði.

 

Fyrireikararnir av oktober-hugnanum og manningin á Sandshavinum vóna við hesum tiltaki at økja um kunnleikan hjá fólki - og vísa á týdningin, sum arbeiðsplássini á sjónum hava fyri samfelagsmenningina.

 

Málið er eisini at kveikja áhugan hjá ungdómi fyri línuveiði, umframt at geva fólki innlit í, hvussu veiðan gongur fyri seg.

 

Tiltakið er ókeypis, og tað er hugnin umborð eisini. Túrurin tekur umleið tveir tímar, og plássið umborð er avmarkað. Tí er neyðugt at tekna seg til túrin.

 

Tekningarlisti liggur frammi í Undirhúsinum á Munkinum á Sandi, og eisini ber til at ringja á tlf. 661034, millum klokkan 9 og 16.