Bjóða smakkiroyndir úr laksi á Sandi

Tá oktober-hugni verður á Sandi, verða mong ymisk og fjølbroytt tiltøk, har okkurt verður til øll.

Tá Sands kommuna, Ungmannafelagið Virkið og B71 fríggjadagin og leygardagin 30. og 31. oktober skipa fyri árligu trivnaðardøgunum á Sandi, verður mangt ymiskt á skránni.

 

Talan er um mong fjølbroytt tiltøk, har okkurt verður til allar aldursbólkar.

 

Eyðkenni fyri oktober-hugnan, sum trivnaðardagarnir verða róptir, er, at flestu tiltøk eru ókeypis. Tað verður havnaøkið hjá Sands kommunu, sum verður karmur um flestu tiltøk leygardagin, tá tann stóri dagurin verður. 

 

Annað fiskahúsið av tveimum Úti í Støð fer eisini at hýsa fleiri av tiltøkunum. Tað var í fjør, at alifelagið Marine Harvest fekk fótafesti í Sandoynni. Felagið fekk nývunna loyvið at ala á Sandsvág. Loyvið fevnir bæði um Sandsvág og Skúvoyarfjørð.

 

Tvinni støð í hesum øki hava verið umrødd sum møgulig aliøki, Sandsvág og Grótvíkin, innanfyri Salthøvda. Í fyrsta umfari hevur Marine Harvest valt at leggja orkuna í royndirnar at ala á Sandsvág.

 

Felagið hevur gjørt av at leggja tveir aliringar á Sandsvág í vetur fyri at kanna, hvussu teir klára seg móti seigu vesturættini. Eftir ætlan fer felagið at seta út laks á Sandsvág komandi vár.

 

Felagið hevur eisini tikið um endan í Skopun, har Marine Harvest saman við øðrum rekur flakavirkið, ið virkar frystan fisk.

 

Nú oktober-hugni verður á Sandi, verður vestari flakavirkisbygningurin karmur um smakkiroyndir, ið Marine Harvest fer at borðreiða við leygardagin frá klokkan 16 til 18.

 

Tá fara kokkar og tænarar av Hotel Hafnia - vegna Marine Harvest - at borðreiða við alskyns smakkiroyndum úr laksi, ið øll sum vitja oktoburhugnan á Sandi kunnu fáa sær av.

 

Alt tiltakið er ókeypis, eisini hugnin runt stóra borðið.

 

- Fyrireikararnir av oktober-hugnanum bjóða saman við Marine Harvest øllum vitjandi at fáa innlit í laksaheimin, ein gourmetiskt uppliving av teimum stóru, siga tey á Sandi.