Úr skránni fyri dagin í dag kann nevnast, at hoppiborgir eru inni á flakavirkinum úti í Støð, og her verður opið til klokkan 20 í kvøld.
Myndaframsýning av bátum og skipum, sum er í Undirhúsinum á Munkinum, verður opin til klokkan 18.
Í løtuni er fiskikapping fyri børnum úti í Støð, og her verða steyp latin teimum, sum fáa mestu vekt umframt tyngsta fiskin.
Klokkan 14 í dag byrjaði eisini skjótikapping, sum Sands Skjótifelag skipar fyri, og í tímunum millum klokkan 15 og 18 hevur Sands Fornminnafelag opið á Grótteigum.
Eitt áhugavert tiltak verður í dag frá klokkan 16 til 18, tá alifelagið Marine Harvest fer at bjóða leskiligar smakkiroyndir úr laksi.
Hetta tiltak, sum Sands kommuna eisini er vertur fyri, verður inni á flakavirkinum, og alifelagið hevur fingið Hotel Hafnia at gera laks til á ymiskan hátt.
Klokkan 18 í dag fer Hanus G. Johansen eisini at syngja vísur inni á flakavirkinum. Klokkan 20 verður felagssangur á flakavirkinum, og klokkan 21 verður bál og fýrverk úti í Støð.
At enda í kvøld verður dansur í Virkinum við FourMENh. Byrjað verður klokkan 23.30, og dansað verður til klokkan 04 í nátt.
- Vit ynskja øllum, ungum sum eldri, hjartaliga vælkomnum til oktoberhugnan á Sandi, siga fyrireikararnir, sum eru Sands kommuna, Ungmannafelagið Virkið og B71.










