Stjarnan mátti lúta á heimavølli

Natasja Hammer, Inga Maria Roysdóttir og liðfelagarnir eru seks stig frá at røkka endaspælinum

 

Stjarnan í bestu íslendsku kvinnudeildini í hondbólti, ið hevur Natasju Hammer (myndin) og Ingu Mariu Roysdóttir á liðnum leikti í kvøld dyst á heimavølli móti Haukum.

 

Haukar vunnu dystin 28-24. Í steðginum vóru Haukar á odda 16-12.

 

Natasja og Inga Maria skutu trý mál hvør.

 

Stjarnan er næstaftast í deildini við fimm stigum. Tær hava seks stig upp til sætta plássið, ið gevur atgongd til endaspælið aftaná lokið grundspæl.

 

Hóskvøldið 29. januar hevur Stjarnan dyst á útivølli á Akureyri móti Þór/KA.

 

Stjarnan hevur sjey dystir eftir at leika í grundspælinum, so tað verður torført at røkka gylta sætta plássinum.