Í minsta lagi seks fólk hava latið lív eftir eld í einum bussi í vestara parti av Sveis.
Tað boðar sveisiska løgreglan frá á tíðindafundi, skrivar sveisiski miðilin SRF.
Vanlukkan hendi í Kerzers í kantoninum Freiburg.
Fýra onnur ferðafólk fingu skaða, upplýsir løgreglan, meðan eitt sjúkrabilsfólk eisini fekk skaða.
Trý av teimum særdu eru í lívsvanda.
SRF skrivar, at eldur kom í bussurin umleið klokkan 18:25.
Sambært tíðindastovuni AFP sigur løgreglan, at tað hendi á høvuðsgøtuni í lítla býnum, sum liggur umleið 20 kilometrar vestan fyri sveisiska høvuðsstaðin, Bern.
Eftir eldsbrunan hevur løgreglan sett eina kanning í verk fyri at kanna, um nakað revsivert er framt.
Myndugleikarnir kunnu ikki avvísa, at eldurin varð ásettur, skrivar SRF.
– Kanningin er í gongd og fer at fáa greiðu á nágreiniligu umstøðunum fyri hesum sorgarleiki, upplýsir miðilin í tíðindaskrivi, sum løgreglan sendi út eftir tíðindafundin.
Sambært tíðindastovuni dpa skrivar sveisiska blaðið Blick frá einum eygnavitni, sum segði, at ein maður koyrdi bensin í bussin áðrenn eldsbrunan og síðani setti eld á seg sjálvan.
Løgreglan hevur tó ikki váttað hesa fráboðan.
Myndir og video, sum vórðu sent SRF fyrr um kvøldið, vísa ein buss, sum brennur ógvusliga.
Sambært dpa hava sløkkiliðsfólk sløkt eldin, men bussurin er fullkomiliga oyðilagdur.
Tað er ein bussur hjá PostAuto, sum rekur fleiri vanligar bussar í meira fjarskotnum økjum.
Vanlukkustaðið er avbyrgt, og løgreglan hevur biðið almenningin um at halda seg burtur frá økinum, skrivar miðilin.
SRF skrivaði undan tíðindafundinum, at ein skaddur persónur varð flogin úr Kerzers til universitetssjúkrahúsið í Zürich við tyrlu.
Tað er ikki greitt, hvussu nógv ferðafólk vóru í bussinum.
/Ritzau/











