07 Vestur venjarin er farin úr starvi

Arbeitt verður í Vágum við at finna nýggjan venjara í staðin fyri Michael Schjønberg

Í dag er Michael Schjønberg farin úr starvinum sum venjari í Vágum.

 

07 Vestur boðar í kvøld frá, at felagið og Michael Schjønberg í dag eru vorðin samd um at fara hvør til sítt ella at enda samstarvið, sum tað verður sagt.

 

Vit vilja takka Schjønberg fyri tað, hann hevur lagt eftir seg í felagnum, og ynskja honum alt tað besta og góða eydnu framyvir.

 

Arbeitt verður í løtuni við at seta ein nýggjan høvuðsvenjara, sigur 07 Vestur.

 

Í gjárkvøldið tapti 07 Vestur botndystin á Skála 2-1, og 07 Vestur er nú niðast a støðutalvuni við sjey stigum.

 

Síðsta ferðin, at 07 Vestur og Michael Schjønberg vunnu var 26. apríl, tá ið tað endaði við 2-0 sigri á útivølliímóti EB/Streymi.