Í samband við oktoberhugnan, sum byrjaði á Sandi í gjár og sum heldur fram til langt út á sunnunáttina, bjóðaði Sands kommuna til stórt og vælbúgvið morgunmatarborð á Mørkini Miklu í morgun.
Høvi var at fáa sær morgunmat frá klokkan 10 til 12, og her møtti ein heilur hópur av fólki. Her vóru eldri fólk, fólk í bestu árum og heilar familjur við børnum.
Øll fingu ein góðan morgunmatarbita við góðum viðskera. Her var rugbreyð, fransbreyð, morgunbollar, yogurt, te, kaffi og sunkist, og her manglaði einki.
Øll tey mongu, sum tók av hesum høvi fyrrapartin, fóru mett, væl sett og ríkaði við einari góðari og hugnaligari løtu avstað aftur. Meðan etið varð og eftir góða morgunmatarbitan sótu fólk og prátaðu.
Sands kommuna hevur við serlig høvi roynt hetta tiltak nakrar ferðir áður, og tað vísir vísir seg, at tað kiksar ikki.
Hóast væl av vindi var í morgun, og tað í løtum var rímiliga illfýsið, fóru fólk stundisliga av húsum og vóru við til góða morgunmatarborðið á Mørkini Miklu.