Rói fer um teir 50

Bara ein av føroysku spælarunum, sum eru í Oslo, hevur verið fleiri enn 50 ferðir á landsliðnum

Tað verður av álvara talt niður í Unity Arena vestanfyri Oslo, har Føroyar og Sveis klokkan 19.30 fara at spæla fyrsta dystin í EM endaspælinum. Høllin er farin at fyllast, og tað verður roknað við, at umleið 6000 føroyingar eru í høllini, sum rúmar 8000 áskoðarum.

 

Tað er greitt, at Helgi Hildarson Hoydal og Kjartan Johansen eru teir báðir, sum í kvøld fara at sita millum áskoðararnar. Tað eru 18 spælarar í hópinum, og tað eru 16 á listanum í hvørjum dysti.

 

Kjartan Johansen er tann í føroyska hópinum, sum hevur spælt flest landsdystir. Hann hevur verið 53 ferðir á landsliðnum. Næstur á listanum er Rói Berg Hansen, sum í kvøld verður á landsliðnum fyri 50. ferð.

 

Tríggir spælarar hava spælt fleiri ferðir á landsliðnum enn teir báðir. Teir eru Rókur Akralíð, sum hevur spælt 57 dystir, Tróndur Kragesten hevur spælt 55 dystir, og Hanus Joensen hevur spælt 54 landsdystir.

 

Fyrsti dysturin í bólkinum hjá Føroyum er liðugur, og hann vann Slovenia 41-40 ímóti Montenegro.