Familjufyritøka hátíðarheldur 40 ár

Tað var, eftir at Rólant sum 20 ára gamal hevði tikið sína útbúgving, at hann fór undir egna hvs-fyritøku.

Familjufyritøkan Sp/f Rólant Vidtfeldt á Sandi hevur nú 40 ár á baki. Tað var, eftir at Rólant sum 20 ára gamal á sumri í 1975 hevði tikið sína útbúgving sum rørleggjari, at hann fór undir egna hvs-fyritøku.

 

- Eg vildi gjarna hava eina útbúgving, og møguleikarnir í Sandoynni vóru ikki so nógvir í at velja. Kanska kundi eg fingið lærupláss sum timburmaður, men eg valdi so at fara í læru sum rørsmiðjur.

 

Stutt eftir, at hann var útlærdur sum rørsmiðjur, fór Rólant, sum tá hevði bygt sær hús á Áarbøi 2 á Sandi, undir egna hvs-fyritøku, og fá ár seinni fekk hann sær eisini handil við ymiskum innan hvs.

 

- Mær dámdi væl at fáast við hetta, og eg var ongantíð í iva um - hóast blaðungur - at eg skuldi hava mína egnu fyritøku.

 

Rólant og Svanhild, sum er ættað úr Klaksvík við gentunavninum Lassen, giftust eisini í 1975, og tað vóru tey bæði, sum saman fóru í holt við hvs-fyritøkuna.

 

Tey bæði hava øll árini verið saman um fyritøkuna, ið øll kenna undir navninum Hjá Rólant. Í dag er dóttir teirra, Annika Vidtfeldt, stjóri í familjufyritøkuni.

 

Í nøkur ár helt fyritøkan Hjá Rólanti til í kjallaranum á Áarbøi 2, men flutti fyri umleið 32 árum síðan í Tvørgøtu 1 á Sandi.

 

Rólant Vidtfeldt sigur, at meðan fyritøkan enn húsaðist í egnum kjallara á Áarbøi 2, fóru hann og konan eisini undir handil við ymiskum innan hvs. Men, tá tey fluttu í størru hølini í Tvørgøtu 1, beyðst eisini møguleikin at veksa um vøruúrvalið og handilsvirksemið annars.

 

- Eg vil siga, at vit hava tikið avbjóðingarnar so hvørt, sum tær hava verið har, og vit hava ongantíð sitið inni og trillað tumlar, sigur hann.

 

Í samband við, at fyritøkan Sp/f Rólant Vidtfeldt nú hevur 40 ár á baki, verður dagurin eisini hátíðarhildin.

 

Klovnurin Bubu fer at undirhalda í túninum í Tvørgøtu 1 í dag klokkan 17. Um kki viðrar, verður tiltakið flutt inn í Virkið. Okkurt gott verður til børnini, og í morgin - leygardagin frá klokkan 10-17 - verður kransakøka, lagkøka og okkurt ábit.

 

- Einki kemur av sær sjálvum, og hetta hevur verið hart arbeiði, sum slett ikki hevði borið til - uttan, at familjan var við. Vit hava arbeitt nógv, og familjan hevur verið mær ein dyggur stuðul, sigur Rólant Vidtfeldt.