Enn eru menn ikki heilt lidnir at ganga á fjall, og enn eru ikki allir veðrar flettir.
Í summum hagum hevur gingið illa at rikið, og tá hetta er skurðfjall, er umráðandi, at allur seyðurin - og ikki minst veðurlombini - fáast í rætt.
Í kvøld verða veðrar flettir á Sandi. Í familjuni er vanligt, at gingið verður frá einum til annan at fletta, gjarna eisini millum bygdir í oynni.
Einir 20 veðrar verða flettir, og hjá vertinum verður borðreitt við góðum døgurða um eina løtu.
Farið varð eftir veðrunum nakað fyri middag, og tá klokkan nærkaðist 15, var klárt at byrja at fletta.
Sagt verður, at veðrarnir eru hampiliga góðir, men okkurt árið hava teir verið betri enn í ár.
- Vit vænta, at teir bestu fara nakað yvir tey sjeyti pundini, siga teir úr bilhúsinum á Sandi, har flett verður í kvøld.