Hesar seinastu dagarnar hevur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, ikki havt tað gott.
Tað niðurstøðu er Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, komin til.
Henrik Old hevur gjørt av bíða við at byggja nýggja nólsoyarferju til ætlaði Sandoyartunnilin er komin undir land.
Hetta tí, at nýggja Nólsoyarferjan kann ikki brúkast um avloysaraskip fyri Teistan, skuldi tað verðið neyðugt at tikið hann úr sigling í eina tíð av onkrari orsøk. Tað er nevniliga bara Ternan, sum kann avloysa í sandoyarsiglingini
Hetta fekk borgarstjóran á Sandi upp úr stólinum, tí hann heldur at Henrik Old hevur eina dulda ætlan.
Trýst HER, og les um ta duldu ætlanina, Brandur Sandoy heldur, at Henrik Old hevur
Men Henrik Old skilur ikki, hví borgarstjórin á Sandi mótmælir.
- Sum støðan er nú, er onki skip, sum í einari knappari vending kann setast í Sandoyarsiglingina, uttan Ternan.
- Og tað er onki sum bendir á, at tað verður nakað annað skip tøkt í næstu framtíð.
- Tí er helst skilagott at steðga á við byggingini av nýggja Nólsoyarskipinum, inntil Sandoyartunnilin er komin undir land.
- Einasti møguleiki fyri at hava eitt skip, sum í eini neyðstøðu kann sigla nakrar túrar á Sandoyar leiðini, er at hava eitt skip, sum er í sigling, og á tann hátt lýkur øll tey strongu trygdarkrøv sum verða sett til skip, sum burturav sigla við ferðafólki.
- At seta eitt skip inn, sum hevur ligið við kaj í nakrar mánaðar, tá tað er hægst neyðugt, kann gera at tað kunnu ganga fleiri dagar, áðrenn allar góðkenningar eru uppá pláss.
- Sum allir sjómenn vita, so er besta viðlíkahald av einum skipi tann, at skipið er í støðugari sigling, sigur Henrik Old.
Les meiri um hugsanina hjá Henriki Old við at trýsta HER









