Hóast vánalig líkindi eru í dag, loysti línuskipið Sandshav á Sandi við fólki, sum vilja síggja, hvussu nútímans línuveiða gongur fyri seg.
Hetta forvitnisliga tiltak er partur av skránni fyri oktoberhugnan, sum er á Sandi í dag.
Ivasamt var, um Sandshav fór at loysa, soleiðis sum líkindini eru, men sum viðhefta mynd vísir, liggur skipið nú í Skúvoyarfirði.
Í morgun segði skiparin á Sandshavinum, Eyðvarur Petersen, at eini 60-70 høvdu teknað seg til at sleppa við í dag.
- Hetta eru í fyrsta lagi sandoyingar, men eisini fólk norðaneftir, heilt úr Havn og Klaksvík. Talan er bæði um menn, kvinnur og børn, legði hann aftrat.
Endamálið við túrinum, har nakrir stokkar verða settir og drignir, er at vísa fólki, hvussu nútímans línuveiða gongur fyri seg.










