við bryggju. - Teir fara út at fiska havtasku, tá veðrið verður betri, men sum veðurforsøgnin er, kann tað ganga rúm tíð, áðrenn bátarnir loysa. Marknaðurin veit at siga, at trý garnaskip eru á svartkalvaveiði [...] Fiskamarknaður Føroya sigur, at partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur, men fiskiskapurin eftir upsa er framvegis smáligur. Allir djúpvatnstrolararnir liggja, men helst fer onkur út um [...] møguliga inn at landa mánadagin, og helst landa tvey garnaskip aftrat síðst í vikuni. Triðja skipið frystir veiðina umborð. Sum skilst, er fiskiskapurin hjá garnaskipunum einki serligur í løtuni, tó at hetta
1. juli var freistin úti til at søkja starvið sum yvirlækni á medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum og sum yvirlækni í kvinnusjúkum. Meðan tað eydnaðist at fáa nokk av umsøkjarum til yvirlæknastarvið [...] 1. juli. Tí er neyðugt at lýsa starvið leyst av nýggjum, upplýsir Johnny í Grótinum, stjóri í Landssjúkrahúsinum. - Starvið verður lýst leyst av nýggjum, og hesaferð fara vit at lýsa betri og fleiri staðni [...] tað at fáa sett ein yvirlækna í starv 1. september, sigur Johnny í Grótinum. Viðvíkjandi starvinum sum yvirlækni í kvinnusjúkum, vil sjúkrahússtjórin ikki upplýsa talið av umsóknum, men sigur, at tað eru
av tíðini umborð á sluppini, so eg vænti ikki, at eg fái tí at fara til tað stóra. Vit hava altíð nokk at gera umborð á Norðlýsinum tá G! er, men eg royni at lurta eftir tí, ið eg kann. Er nøkur konsert [...] gleðir teg serliga nógv til? - Eivør er altíð nakað serligt, og royni eg at fáa stundir til at lurta eftir henni, men tað er ikki vist, at eg nái tað, tí her koma fólk í heilum. Hvat er títt besta G! minni?
i í dag, at hann ætlar at siga heitið frá sær. Tað skrivar BBC. Tað verður tó ikki beinanvegin, at tann 82 ára gamli keisarin fer at lata onkran annan koma í hansara stað, men mett verður at Japan fær [...] fær ein nýggjan keisara innan nøkur fá ár. Keisarin hevur tikið avgerðina eftir, at hansara heilsustøða er versnað síðstu árini. Akihito keisari varð lagdur undir skurð fyri prostatakrabbamein í 2003 og fekk [...] er hann fyrsti keisarin í 200 ár, ið hevur givið sessin víðari til onkran annan. Næstur í røðini til at gerast keisari er Naruhito krúnprinsur, ið er 56 ára gamal.
Føroya Bjór. Tað hendir eftir at ein fráboðan er komin úr Íslandi um, at eitt viðskiftafólk har hevur funnið glaspetti í eini fløsku. So fyri at binda um heilan fingur, og fyri at beina allan iva av vegnum [...] Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at hendan ávísa framleiðslan er seld bæði í Føroyum, í Íslandi og í Danmark og tey mæla fólki, sum hava keypt av hesi ávísu framleiðsluni, til at lata ølið aftur í handilin, [...] haðani tað er keypt, ella at beina tað burtur.
Dávur Højgaard heldur, at tað var beiskt aftur at uppliva at missa eitt stig úr hondum ímóti dystarenda, tá B68 í dag tapti 1-2 ímóti NSÍ við Løkin í Runavík. Tað ergrar hann eisini, at NSÍ fekk bæði málini [...] Dávur Højgaard heldur kortini, at B68 stóð væl á vøllinum í dag. Komandi sunnudag vitjar KÍ á Toftum, men Jóhan Dávur Højgaard heldur ikki, at tapið ímóti ÍF í dag prógvar, at KÍ eru ikki so suverenir, sum
fríspark, sum var gjørt ímóti málverjanum, Casper Radza. Givið er, at høvuðsvenjarin hjá TB er ikki nøgdur við at tapa, men hann heldur, at hansara menn vístu ein góðan hugburð og stríðsvilja, har teir spældu [...] a hjá TB. Sigfríður S. Clementsen heldur, at sjálv brotssparksstøðan har Heri H. Mohr steðgar bóltin við hondini var ein púra røtt avgerð, men hann heldur, at beint áðrenn hesa støðuna átti TB eitt fríspark [...] seg ikki kunna brúka dystin til tað stóra. Nú verður farið undir at fyrireika seg til uppgávuna ímóti Skála á útivølli, har TB skal royna at koma enn longur burtur frá niðurflytingarstrikuni.
avgjørt var at fara undir umbyggingina og útbyggingina av tinghúsinum, ið var liðug í 2000, varð avgjørt at mála húsið hvítt, ið tað eisini hevur verið í gomlum døgum. Nú sekstan ár eru farin síðan, at umbyggingin [...] umbyggingin av húsinum var liðug, er klædningurin so illa farin, at neyðugt var at klæða húsini av nýggjum. Tað arbeiðið er byrjað, og nú hava arbeiðsmenninir tikið gamla klædning av tinghúsinum og lagt ein [...] svartan dúk, ið skal liggja undir nýggja klædninginum. Sum sæst á myndini, so kann tað tykjast sum, at løgtingshúsið nú aftur er svart, men talan verður einans um eitt stutt tíðarbil. Nýggi klædningurin
gera tí eisini vart við, at økta ferðslan fer at merkja økt viðlíkahald, og at játtanin til tað má økjast, skal vegurin verða so góður at koyra á, sum tað krevst, nú ferðslan er blivin nógv størri. Millum [...] Millum annað verður víst á, at ferðslan um Mýrdalssand er vaksin 83 prosent í mars í ár, samanborið við mars í fjør, men staðfest verður, at talan yvirhøvur er um økta ferðslu allastaðni. Størstur hevur [...] Íslendska landsverk upplýsir, at vøksturin í ferðsluni frá mars í fjør til mars í ár var heili 20 prosent, og er hetta samstundis mesta ferðsla, ið nakrantíð hevur verið á Ringvegnum. Myndugleikarnir gera
hann hevur ikki tikið av. Nú sigur hann við Ekstrablaðið, at hann er til reiðar at lata seg pensjónera sum boksari. - Eg havi brúkt drúgva tíð at umhugsa tey tilboð um dystir, sum eg havi fingið seinastu [...] dystir ikki nóg mikið til at motivera meg til at fara í boksiringin aftur, sigur Kessler við blaðið. Hann letur tó eina hurð standa á glopp, tí skuldi ein møguleiki verið at fingið dyst ímóti Andre Ward [...] Ward, sum hann tapti ímóti seinast, ella Carl Froch, kundi tað fingið hann at umhugsa comeback. Mikkel Kessler boksaði 49 dystir sum yrkisboksari. Hann vann 46 og tapti tríggjar.