1. juli var freistin úti til at søkja starvið sum yvirlækni á medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum og sum yvirlækni í kvinnusjúkum.
Meðan tað eydnaðist at fáa nokk av umsøkjarum til yvirlæknastarvið í kvinnusjúkum, so var eingin umsøkjari til starvið sum leiðandi yvirlækni á medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum, tá freistin var úti 1. juli. Tí er neyðugt at lýsa starvið leyst av nýggjum, upplýsir Johnny í Grótinum, stjóri í Landssjúkrahúsinum.
- Starvið verður lýst leyst av nýggjum, og hesaferð fara vit at lýsa betri og fleiri staðni enn áðrenn. Vónandi eydnast tað at fáa sett ein yvirlækna í starv 1. september, sigur Johnny í Grótinum.
Viðvíkjandi starvinum sum yvirlækni í kvinnusjúkum, vil sjúkrahússtjórin ikki upplýsa talið av umsóknum, men sigur, at tað eru nóg nógvar til at farast kann undir setanartilgongdina.










