Lítil veiða og fáar landingar

Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur, men fiskiskapurin er framvegis smáligur.

Fiskamarknaður Føroya sigur, at partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur, men fiskiskapurin eftir upsa er framvegis smáligur.

 

Allir djúpvatnstrolararnir liggja, men helst fer onkur út um vikuskiftið. Tveir frystitrolarar eru til fiskiskap.

 

Fríggjadagin, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar fyri næstu viku, lógu allir teir smáu trolbátarnir við bryggju.

 

- Teir fara út at fiska havtasku, tá veðrið verður betri, men sum veðurforsøgnin er, kann tað ganga rúm tíð, áðrenn bátarnir loysa.

 

Marknaðurin veit at siga, at trý garnaskip eru á svartkalvaveiði.

 

- Eitt garnaskip kemur møguliga inn at landa mánadagin, og helst landa tvey garnaskip aftrat síðst í vikuni. Triðja skipið frystir veiðina umborð.

 

Sum skilst, er fiskiskapurin hjá garnaskipunum einki serligur í løtuni, tó at hetta skuldi verið hampilig tíð hjá hesum veiðibólki.