TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við Sigfríð S. Clementsen, høvuðsvenjara hjá TB.
Sigfríður S. Clementsen heldur, at sjálv brotssparksstøðan har Heri H. Mohr steðgar bóltin við hondini var ein púra røtt avgerð, men hann heldur, at beint áðrenn hesa støðuna átti TB eitt fríspark, sum var gjørt ímóti málverjanum, Casper Radza.
Givið er, at høvuðsvenjarin hjá TB er ikki nøgdur við at tapa, men hann heldur, at hansara menn vístu ein góðan hugburð og stríðsvilja, har teir spældu 10 ímóti 11 størsta partin av dystinum, men Sigfríður S. Clementsen heldur seg ikki kunna brúka dystin til tað stóra.
Nú verður farið undir at fyrireika seg til uppgávuna ímóti Skála á útivølli, har TB skal royna at koma enn longur burtur frá niðurflytingarstrikuni.