Japan skal hava nýggja keisara. Akihito keisari boðaði nevniliga frá á tíðindafundi í dag, at hann ætlar at siga heitið frá sær. Tað skrivar BBC.
Tað verður tó ikki beinanvegin, at tann 82 ára gamli keisarin fer at lata onkran annan koma í hansara stað, men mett verður at Japan fær ein nýggjan keisara innan nøkur fá ár. Keisarin hevur tikið avgerðina eftir, at hansara heilsustøða er versnað síðstu árini.
Akihito keisari varð lagdur undir skurð fyri prostatakrabbamein í 2003 og fekk eina hjartaskurðviðgerð í 2007.
Akihito keisari hevur verið keisari síðstu 27 árini, og um hann leggur frá sær, so er hann fyrsti keisarin í 200 ár, ið hevur givið sessin víðari til onkran annan.
Næstur í røðini til at gerast keisari er Naruhito krúnprinsur, ið er 56 ára gamal.