Enn ein keðiligur stigamissur ímóti dystarenda

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Veteranurin hjá B68, Jóhan Dávur Højgaard heldur, at teir sóu ov illa út við bæði málini hjá NSÍ

Veteranurin hjá B68, Jóhan Dávur Højgaard heldur, at tað var beiskt aftur at uppliva at missa eitt stig úr hondum ímóti dystarenda, tá B68 í dag tapti 1-2 ímóti NSÍ við Løkin í Runavík. Tað ergrar hann eisini, at NSÍ fekk bæði málini aftaná deyðbóltar. Serliga erguligt var fyrra málið, sum var eitt sjálvmál, har Oddur Højgaard beindi bóltin í egið mál.

 

Jóhan Dávur Højgaard heldur kortini, at B68 stóð væl á vøllinum í dag. Komandi sunnudag vitjar KÍ á Toftum, men Jóhan Dávur Højgaard heldur ikki, at tapið ímóti ÍF í dag prógvar, at KÍ eru ikki so suverenir, sum stigatalvan annars hevur bent á.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Jóhan Dávur Højgaard aftaná 1-2 tapið ímóti NSÍ fyrr í dag.