Minst tíggju deyð eftir skipsvanlukku við Malta

Minst tíggju fólk eru deyð, eftir at ein bátur við flóttafólkum sakk nærindis oyggjaríkinum Malta í Miðjarðarhavinum.

Minst tíggju fólk lótu lív, tá ein bátur við flóttafólkum sakk nærindis Malta í Miðjarðarhavinum. (Savnsmynd)

Tað váttar maltesiska sjóverjan sambært tíðindastovuni AFP.

 

Báturin var farin úr Libya, men ikki er upplýst, nær hann fór úr landi.

 

Sambært seinastu upplýsingunum hevur eitt fiskiskip, sum var nærhendis, bjargað umleið 48 fólkum, sum eru á lívi.

 

Likini av teimum í minsta lagi tíggju deyðu eru tikin upp úr sjónum, upplýsir maltesiska sjóverjan í eini fráboðan.

 

Miðjarðarhavið er framvegis ein av teimum vandamiklastu flóttafólkaleiðunum í heiminum. Hvørt ár royna túsundtals fólk at sleppa úr Norðurafrika til Evropa sjóvegis.

 

/Ritzau/

 

Minst tíggju fólk lótu lív, tá ein bátur við flóttafólkum sakk nærindis Malta í Miðjarðarhavinum. (Savnsmynd)