Í nógv ár var løgtingshúsið svart, men tá avgjørt var at fara undir umbyggingina og útbyggingina av tinghúsinum, ið var liðug í 2000, varð avgjørt at mála húsið hvítt, ið tað eisini hevur verið í gomlum døgum.
Nú sekstan ár eru farin síðan, at umbyggingin av húsinum var liðug, er klædningurin so illa farin, at neyðugt var at klæða húsini av nýggjum. Tað arbeiðið er byrjað, og nú hava arbeiðsmenninir tikið gamla klædning av tinghúsinum og lagt ein svartan dúk, ið skal liggja undir nýggja klædninginum.
Sum sæst á myndini, so kann tað tykjast sum, at løgtingshúsið nú aftur er svart, men talan verður einans um eitt stutt tíðarbil. Nýggi klædningurin, ið verður settur upp fyrsta dagin, hevur nevniliga sama hvíta lit sum nú gamli klædningurin, tó at vindeygakarmarnir verða eitt sindur ljósari enn áður.