Seinasta árið hevur danski boksarin Mikkel Kessler umhugsað sína yrkisleið. Hann hevur fingið tilboð um fleiri boksidystir, men hann hevur ikki tikið av.
Nú sigur hann við Ekstrablaðið, at hann er til reiðar at lata seg pensjónera sum boksari.
- Eg havi brúkt drúgva tíð at umhugsa tey tilboð um dystir, sum eg havi fingið seinastu mánaðirnar, men tá ið alt kom til vóru hesir dystir ikki nóg mikið til at motivera meg til at fara í boksiringin aftur, sigur Kessler við blaðið.
Hann letur tó eina hurð standa á glopp, tí skuldi ein møguleiki verið at fingið dyst ímóti Andre Ward, sum hann tapti ímóti seinast, ella Carl Froch, kundi tað fingið hann at umhugsa comeback.
Mikkel Kessler boksaði 49 dystir sum yrkisboksari. Hann vann 46 og tapti tríggjar.









