Funnu glaspetti í føroyskari øl

Fyri at binda um heilan fingur, hevur Føroya Bjór tikið eina ávísa framleiðslu heilt av handilshillunum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti eini ávísari framleiðslu av øli frá Føroya Bjór.

 

Tað hendir eftir at ein fráboðan er komin úr Íslandi um, at eitt viðskiftafólk har hevur funnið glaspetti í eini fløsku.

 

So fyri at binda um heilan fingur, og fyri at beina allan iva av vegnum, hevur Føroya Bjór afturkallað hesa ávísa framleiðsluna av øli.

 

Talan er um Green Island Stout, sum er í ølfløskum við 33 centilitrum í. Strikukodan er EAN: 5701773073301 og á seðlinum á fløskuni stendur: Best Before: 02.08.2017.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at hendan ávísa framleiðslan er seld bæði í Føroyum, í Íslandi og í Danmark og tey mæla fólki, sum hava keypt av hesi ávísu framleiðsluni, til at lata ølið aftur í handilin, haðani tað er keypt, ella at beina tað burtur.