Birgir vil hoyra Eivør

Birgir Enni, kokkur og skipari, svarar trimum spurningum um G!


Hvørjar konsertir ætlar tú tær til á G!?
- Eg arbeiði meginpartin av tíðini umborð á sluppini, so eg vænti ikki, at eg fái tí at fara til tað stóra. Vit hava altíð nokk at gera umborð á Norðlýsinum tá G! er, men eg royni at lurta eftir tí, ið eg kann.


Er nøkur konsert, sum tú gleðir teg serliga nógv til?

- Eivør er altíð nakað serligt, og royni eg at fáa stundir til at lurta eftir henni, men tað er ikki vist, at eg  nái tað, tí her koma fólk í heilum.


Hvat er títt besta G! minni?

- Tað er ikki nakað ávíst minni, men heldur stemningurin, tá veðrið er gott og man hoyrir tónleikin út til har sluppin liggur.