ikki mætari út enn at landsstýrið hevur ilt við attaka eina støðu, tá tað snýr seg um at taka suðuroyingar og Suðuroynna fyri fult. Tað sýnist sum at hesin fjarskotni parturin av landinum líkasum hoyrir [...] landsstýrismaðurin í samferðslumálum, sum í sending í SVF tíanverri helt seg til ta hálvu og næstbestu loysnina, tá tað snýr seg um at byggja nýtt skip til Suðuroynna. Nú vil onkur siga, at tað er ikki [...] Føroyar, og er hetta ein støða, sum ikki minnir sørt um hana í Íslandi, har nærum øll menning snýr seg um Reykjavíkarøkið. Ikki minni enn fýra ferðir er avgerðin um at byggja nýtt suðuroyarskip útsett.
Kvinnuhúsinum er fjølbroytt, og at tey altíð hava brúk fyri fleiri vaktum. Um onkur hevur hug at hjálpa til við hesum arbeiði, so ber til at seta seg í samband við felagið á telefon 317200 at frætta meira [...] mentan. 14 kvinnur og seks børn gistu á Kreppumiðstøðini í tilsaman 306 samdøgur í fjør. Kvinnuhúsið takkar øllum, sum á ymiskan hátt hava stuðlað arbeiðinum í Kvinnuhúsinum.
funnið seg til rættis í nýggja felag sínum. Yvirhøvur tóktist Óli at hava tamarhald á tí allar mesta, sum gekk fyri seg niðri á hálvuni hjá Hvidovre. Málini kann hann ikki á nakran hátt lastast fyri, tí hesi [...] kortini taka til takkar við javnleiki Fótbóltur Álvur Haraldsen/Jákup Mørk - Hvidovre Tað var aftur vorðin gerandisdagur hjá Óla Johannesen, tá hann fór á vøllin sunnudagin. Eftir at hava roynt seg móti heimsgitnum [...] men hinvegin eydnaðist ongan tíð Brænshøj at spæla seg ígjøgnum verjuna, har Óli Johannesen tóktist sera tryggur á sweepara plássinum. Tíggju minuttir fyri leiklok gekk tó galið. Ein verjuleikari fekk ikki
hálvleikin høvdu tær aftur strítt seg upp á javnleik. Tá framdu venjararnir hjá VÍF eina heldur nasadjarva útskifting, sum helst fyrst og fremst varð gjørd við undirhaldi fyri eyga, men sum koritni ikki á nakran [...] tí Stjørnan var komin til Vestmanna fyri at geva VÍF ein harðan dyst. Hetta eydnaðist teimum eisini, og hóast tað sjálvandi ongan tíð smakkar væl at taka til takkar við silvurinum, tá tú hevur roynt gullið [...] longu lagt upp til ein stóran dag, tá tey bæði bestu kvinnuliðini í landinum skuldu seta eitt punktum fyri kappingarárinum leygardagin. VÍF hevði sjálvandi langt síðani tryggjað sær FM heitið, og harvið greipuna
eftir góðu byrjan hansara fyri tveimum vikum síðani, skuldi hann seinasta vikuskifti koyra í Thy. Veðrið í hesi kapping var tó avbera vánaligt, og hetta viðførdi eisini fyri Rógva, at umstøðurnar at súkkla [...] annars var komin við í eitt útbrot, misti hann sambandið við fremru súkklararnar, og mátti taka til takkar við at sita í miðbólkinum restina av kappingini. Á mál kom Rógvi tó ongan tíð, tí vánaliga veðrðið [...] sum vórðu »settir«, men so við og við kom meira ferð á hjá vágbinginum. Eftir 130 km koyrdi hann seg upp í fremsta bólkin, og hóast tað ikki eydnaðist honum at vinna kappingina, so fekk hann nøkur stig
teir lagt seg einsamallar á odda, og javnstøðan teirra millum helt seg fram til sætta umfar. Tá vann Eyðun sítt talv á Jóan Hendrik Andreasen, meðan John heldur óvæntað mátti taka til takkar við javnleiki [...] alla tíðina á odda í kappingini, men eftir at hann tapti fyri Terja, stóð nógv á, áðrenn hann kundi rópa seg føroyameistara við sjey stigum fyri átta dystir. Tað kom sostatt at kosta dýrt hjá Terja, at [...] føroyingurin við hægsta ratingtalinum, John Arni Nilssen, mátti taka til takkar við einum fjórða plássi. Hálvt annað stig aftan fyri John, og hálvt stig frá Ólavi Simonsen á triðja plássinum. Hetta sigur
Sáttmálan gekk tó út dagin fyri, so hetta skuldi í øllum førum verði broytt. - Sjálvandi iðrar mann seg eitt sindur, men eg iðri meg nógv meira um, at Herfølge ikki vildu sleppa mær fyri hálvum triðja ári síðani [...] keyptu Michael Steensgaard heim úr Onglandi fyri 2,7 mió.kr. - Møguleikarnir at koma víðari, hava sostatt avgjørt verið til staðar, men teir í Herfølge hava lagt seg ímillum hvørja ferð. At teir einki leggja [...] mín persón, er kanska skiljandi, tí teir skulu jú royna at fáa sítt virki at bera seg, men eg havi so einki til yvirs fyri nevndini hjá Herfølge. Mær hevur dámt væl í felagnum, og havi kent meg væl við
sjálvbodna steðgin, er tó ein avgerð, sum venjarin má taka. Tað er væl hugsandi, at Uni fyri fyrst má taka til takkar við einum plássi á beinkinum, men hinvegin er tað so avgjørt ikki tann ringasti jokarin [...] Sum sagt hevur dysturin sunnudagin alstóran týdning fyri liðini bæði. Ikki bert er talan um eina lokaluppgerð, men ein møguligur tapari má helst finna seg í at verða krøktan burtur í oddastríðnum, har gøtumenn [...] Hinvegin hava seinastu vikurnar ikki hilnast serliga væl hjá HB. Eitt slag av vend kom kanska í, tá teir fyri viku síðani vunnu trygt á EB/Streymi, men mótstøðumenninir sunudagin eru helst ikki at sammeta við
nýggja sparikassabygninginum Yviri við Strond. Garry Kasparov fegnast um Føroyavitjanina og takkar fyri seg. Men áðrenn leiðin gongur heimaftur til Moskva vil hann fegin svara spurningum frá føroyskum [...] stórtelvarar gjørdu fyri 100 árum síðani. Tað finst nevniliga ein náttúrlig gongd fyri at fáa sær meira vitan. Men hvussu kunnu vit virðismeta tað stóra, sum onkur hevur gjørt við at lata upp fyri nýggjum stigum [...] kappingar í dag. Hóskar væl til telduøldina Vit spurdu Kasparov, hvønn týdning talv hevur fyri fólk, fyri mannaættina og fyri samfeløg sum heild og hvat tað er, sum er so hugtakandi við spælinum? -Talv er hugtakandi
eru virðiligar og gagnligar. Felagið metir umstøðurnar óvirðiligar bæði fyri teir limir, sum eru settir út í ?kuldan? og fyri teir limir, sum óbeinleiðis ? og í flestu førum helst eisini uttan sjálvir [...] framhaldandi at virka fyri betri arbeiðsumstøðum hjá limunum. Soleiðis sum umstøðurnar eru, kann limur ikki rokna við at felagið fær gjørt stórvegis, um hann verður útsettur fyri tí, sum líkist ?chikanu [...] viðvirkandi partur í eini konstruktivari gongd, um eitthvørt tiltak verður sett í verk, men takkar annars í forhond fyri vælviljaða umhugsan av omanfyrinevndu spurningum, sum sendir eru til tygara kunnleika