Máttu stríðast fyri seinasta sigrinum

Tað eydnaðist VÍF at vinna seinasta árinum, og harvið enda kappingina við fullum stigatali, men tað kravdi nógv av heimaliðnum, áðrenn sigurin á Stjørnuni var vísur

 

VÍF-Stjørnan 25-22 (12-11)


Hondbóltur


Tað var longu lagt upp til ein stóran dag, tá tey bæði bestu kvinnuliðini í landinum skuldu seta eitt punktum fyri kappingarárinum leygardagin.

VÍF hevði sjálvandi langt síðani tryggjað sær FM heitið, og harvið greipuna, men hinvegin tóktist tað als ikki vist, at talan fór at gerast um ein sjálvsagdan sigur móti Stjørnuni. Stjørnan hevur í ár verið einasta liðið, sum veruliga hevur hótt VÍF, og millum annað fingu teir ein javnleik í grundspælinum, men tap í ymsum øðrum dystum hava tó gjørt sítt til, at verandi føroyameistararnir dekan ov tíðliga mistu sambandi við oddaliðið.


Tað tóktist eisini greitt frá fyrsta bríksli, at her ætlaði Stjørnan sær at gera eitt seinasta sprell. Bara soleiðis fyri at prógva, at tær kunnu spæla fult upp við oddaliðið, og fyrstu løtuna gjørdu tær eisini meira enn hetta.

Tað var nevnliga Stjørnan, sum hevði yvirtakið hesa løtuna, og hóast munurin ikki var so stórur, so tóktust tær endiliga at hava funnið røttu uppskriftina til at taka VÍF.

Við eini rættuligari flataru verju royndu tær at forða VÍF í at spæla seg ígjøgnum, og so ístaðin royna at blokka tær skotroyndirnar, sum vórðu tveittar móti málinum.

VÍF tóktist hinvegin ikki at hava so øgiliga væl fatur á verjupartinum. Í øllum førum ikki tað fyrsta korterið. Serliga sluppu Simona Dziugyte og Annika Ljósstein at hóreiggja sær, og tað er ikki undur í, um tey í Klaksvík iðra seg um, at Simona ikki er farin at sýna slíkt spæl nakað fyrr í kappingini.

Eitt time-out um hálvan hálvleikin tóktist tó at betra um skilið á VÍF liðnum. Stjørnan fekk tvey skjót mál eftir hetta, men so táttaðu tær á heimaliðnum brádliga í. Við at skjóta ein leikara nakað út í verjupartinum, fingu tær eitt nógv betri tak á skotsterkur bakspælarunum, og við at terpa læruna um at leggju bóltin fram við og upp um Rannvá Andreasen, gjørdist álopssælið hjá VÍF brádliga nógv hvassari.


Manuela kom út

Tá farið varð í holt við seinna hálvleik hevði heimaliðið soleiðis vunnið sær ein lítlan fyrimun, men hetta fekk tó ikki á nakran hátt liðið hjá Stjørnuni at fella í fátt.

Hóast tað onkun tíð sá út til at skula gleppa hjá teimum, so stríddust tær alla tíðina manniliga, og um hálvan hálvleikin høvdu tær aftur strítt seg upp á javnleik.

Tá framdu venjararnir hjá VÍF eina heldur nasadjarva útskifting, sum helst fyrst og fremst varð gjørd við undirhaldi fyri eyga, men sum koritni ikki á nakran hátt gjørdi liðið veikari. Manuela Stan hevði eins og vanligt verið eyðsýnd í dystinum við fleiri góðum bjarginum og eftirfylgjandi longum sendingum, men nú var hon brádliga at síggja úti á vøllinum. Kanska skuldi tú hildið, at hetta fór at minka um sigursvónirnar hjá VÍF, men soleiðis var kortini ikki.

Tvørtur ímóti var Manuela við til at seta ferð á spælið hjá VÍF. Kanska serliga tí hon av álvara hevði sett sær fyri at spæla ein avgerandi leiklut í dystinum, men eisini tí hon hevur sera góð hondbóltsevni. Hon var við í tí allar mesta av uppspæli, sum VÍF hevði hetta seinasta korterið, og við kropsligu styrki síni er hon sera torfør hjá mótstøðuverjuni at halda. Hetta seinasta kom eisini greitt til sjóndar, tá hon javnaði til 21-21, og tá hon so eisini slapp at skjóta seinasta málið í dystinum, var dagurin í Vestmanna fullkomin.


Undirhaldandi

Undan hesum hevði VÍF nýtt seinasta time-outið á árinum til at smoyggja allar genturnar í gulltroyggjur, soeliðis at tær við dystarlok kundu smoyggja gulu búnarnar av sær, og gullklæddar kundu taka ímóti sjónligu merkjunum um, at tær nú eru Føroyameistarar.

Hetta var aftur ein partur av undirhaldinum, sum av álvara varð sett í hásætið hendan leygardagin. Ikki bara tí VÍF hevði rigga alt til, so dagurin skuldi gerast minniligur, men so sanniliga eisini tí Stjørnan var komin til Vestmanna fyri at geva VÍF ein harðan dyst. Hetta eydnaðist teimum eisini, og hóast tað sjálvandi ongan tíð smakkar væl at taka til takkar við silvurinum, tá tú hevur roynt gullið, so munnu tær tó vera ernar av avrikinum í Vestmanna.

Tær prógvaðu undir øllum umstøðum, at tað ikki á nakran hátt var tilvildin, sum ráddi, tá tær í fjør gjørdust meistarar, og halda tær stílin komandi kappingarár, skal VÍF ikki á nakran hátt rokna við at sleppa eins snikkaleysar ígjøgnum enn eitt hondbóltsár. Tað sluppu tær tó í vetur, og tá saman um kemur, er tað helst eingin, sum fær sagt teimum stórvegis ímóti, tá tær siga seg vera besat kvinnuliðið í landinum.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

VÍF: Ioana Rápa 9(6), Nikolina Eyðbjørnsdóttir 6, Sóley Mikkelsen 3, Manuela Stan 2, Fríða Marjunardóttir 2, Jacklin Durhuus 2, Randi Kúrberg 1

Stjrønan: Simona Dziugyte 13(6), Joan M. Joensen 3, Andriana Milodanovic 3, Annika Ljósstein 2, Anna Kristina Samson 1

Brotskøst: VÍF 7, Stjørnan 8

Útvísingar: VÍF 3, Stjørnan 1

Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen og Kristian Johansen