Súkkling
Kappingarárið hjá Rógva Johansen er av álvara farið í gongd, og eftir góðu byrjan hansara fyri tveimum vikum síðani, skuldi hann seinasta vikuskifti koyra í Thy.
Veðrið í hesi kapping var tó avbera vánaligt, og hetta viðførdi eisini fyri Rógva, at umstøðurnar at súkkla vóru sera vánaligar. Tá hann so eisini varð raktur av eini punktering, eftir at hann annars var komin við í eitt útbrot, misti hann sambandið við fremru súkklararnar, og mátti taka til takkar við at sita í miðbólkinum restina av kappingini.
Á mál kom Rógvi tó ongan tíð, tí vánaliga veðrðið hevði við sær, at hann snøgt sagt varð noyddur at gevast stutt áðrenn kappingin varð liðug.
Fekk ferð á
Um páskirnar varð so aftur farið upp á hjólhestin, og í kappingini í Hobro, skuldi tað gangast øðrvísi væl hjá Rógva.
Fyrstu løtuna var tó einki serligt, og Rógvi taldist millum teir allarfyrstu, sum vórðu »settir«, men so við og við kom meira ferð á hjá vágbinginum. Eftir 130 km koyrdi hann seg upp í fremsta bólkin, og hóast tað ikki eydnaðist honum at vinna kappingina, so fekk hann nøkur stig, so talan gjørdist hóast alt um ein góðan dag, sum Rógvi sjálvur lýsir soleiðis: - Eg byrjaði við at súkkla so vánaligt, sum eg ongan tíð havi gjørt fyrr, men endaði við at súkkla so væl, sum aldrin áður.