? Fáið talv inn um skúlagátt

-Tit í Føroyum kunnu byggja talvinum fleiri varðar við at lata dyrnar í skúlunum upp fyri talvi og við at eggja ungum og dugnaligum telvarum at gera meira burturúr, ikki minst nú tykkara talvsamband er so virkið sum nú. Og hvør veit, ein dag í framtíðini hava tit tykkara egna stórmeistara. Orðini eigur Garry Kasparov, talvkongurin, sum vitjaði í Føroyum herfyri.

 


Talv


Herfyri vitjaði heimsins mætasti telvari nakrantíð, Garry Kasparov í Føroyum. Vitjanin kom í lag eftir dirvi og treiskni føroyska talvsambandsins og vælvild frá fyritøkum og stovnum. Og hví ikki fáa heimsins besta til Føroya, nú talvspælið hevur fingið slíkar fastatøkur á ungdóminum!


Eftir hendingarríku dagarnar hjá ikki minst føroyskum telvarum støkk Kasparov inn á gólvið í nýggja sparikassabygninginum Yviri við Strond.


Garry Kasparov fegnast um Føroyavitjanina og takkar fyri seg. Men áðrenn leiðin gongur heimaftur til Moskva vil hann fegin svara spurningum frá føroyskum tíðindafólki.


Norðurlandahúsið og Wembley

Og tá vit spyrja hann, hvat hann heldur um áhugan fyri og dygdina í føroyskum talvi svarar hann avgjørdur, at tað sjálvandi er torført at samanbera føroyskar telvarar við telvarar í t.d. Bretlandi og Týskalandi, tá hugsað verður um støddina á londunum. -Men tá tikið verður hædd fyri fólkatalinum í eitt nú Føroyum og Íslandi, so má eg siga, at ongastaðni í heiminum er áhugin so stórur fyri talvi sum í hesum báðum londum. Eg var eisini tikin á bóli, tá eg møtti í Norðurlandahúsinum, har tað vóru fleiri hundrað áskoðarar. Skuldi eg samanborið henda stóra áhuga í Føroyum við td. London, so hevði verið neyðugt við einum Wembley at hýsa øllum fólkunum.


Hann heldur eisini út frá tí hann hevur upplivað og sæð ikki minst undir kappingini í Klaksvík, at fólk veruliga hava stóran áhuga fyri talvi. Tey telva nógv og havi tí eisini gott innlit í spælið.


-Tað er sjálvandi greitt, at við tað at tykkara land er so lítið, vil dygdin eisini vera avmarkað, men um somu tíð haldi eg, at tit í Føroyum kunnu byggja talvinum fleiri varðar við eitt nú at lata dyrnar í skúlunum upp fyri talvi og við at eggja ungum og dugnaligum telvarum til at gera meira burturúr, ikki minst nú tykkara talvsamband er so virkið sum nú. Og hvør veit, ein dag í framtíðini hava tit tykkara egna stórmeistara. Og tað heldur Kasparov ikki er eitt veruleikafjart mál at seta sær.


-Umstøðurnar í Føroyum at fáa ein stórmeistara eru tær røttu. Her eru nógvir ungir telvarar. Áhugin er stórur. Nógv fleiri altjóða kappingar verða fyriskipaðar í dag. So tað er bara ein spurningur um tíð og eydnu. So eg verði ikki kløkkur um tit innan 3-4 ár hava fingið tykkara fyrsta stórmeistara.


Ein stórmeistari hevur eitt ratingtal frá 2400 og uppeftir. John Rødgaard er einasti her á landi, sum hevur fingið heitið meistari, og tað er altjóða meistari. Hann hevur eitt ratingtal uppá umleið 2345. Kasparov, sum er fleirfalt heimsmeistari, hevur eitt ratingtal uppá umleið 2850. Teir føroyingar, sum telvaðu ímóti Kasparov í Klaksvík, høvdu allir eitt ratingtal niðanfyri 2000. Landsliðið harafturímóti hevði eina rating, sum lá millum 2200 og 2365.


Ljósið ov vánaligt

Spurdur um hvussu hann kendi tað at tapa móti einum 17 ára gomlum føroyskum telvara svarar Kasparov, at tað er ikki rætt at tosa um aldurin á einum telvara, tá tað snýr seg um styrki. Tú skal tosa um styrkina. Hann heldur, at støðið var høgt hjá føroysku telvarunum men minnir á, at av tí at man ikki hevur drúgvu royndirnar her sum í Europa, so er ratingtalið ikki neyðturviliga ein speglmynd av veruligu styrkjuni.


-Tá tú møtir so nógvum telvarum samtíðis, 25 íalt og eingin ger stór mistøk, so kann tað enda soleiðis sum tað gjørdi við einum tapi. Kasparov hevur eisini gjørt vart við, at hann ikki var heilt nógvur við ljósið í hølunum í Klaksvík.


-Tað er sera umráðandi, tá tú telvar simultan móti nógvum góðum telvarum, at tú hevur gott ljós. Men hann vil tó ikki geva ljósinum alla skyldina. Hann heldur tó, at ein og hvør stórmeistari hevði verið fegin um at vunnið 24-1.


-Eg kundi gjørt tað lættari fyri meg og bjóðað einar 3 ella 4 javnleikir og havt vunnið øll hini talvini við at havt minni trýst á mær. Men eg royndi at gera mítt besta - ikki minst tí at eg roknaði við, at telvararnir ikki bert vóru komnir fyri at taka í hondina á mær men fyri at fáa eitt gott og áhugavert talv. Alt hetta samanumtikið, so er eitt tap nakað, sum kann henda.


Kasparov sigur víðari, at hann var heppin bara at tapa eitt av talvunum, tí við teimum mistøkunum hann gjørdi teir fyrstu 90 minuttirnar, so kundi tað gingið nógv verri. Men samanumtikið haldur hann úrslitið var framúr gott út frá einum professionellum støði.


?Eg kundi valt tryggari spæl, men tá hevði tú so sæð 2 ella 3 javnleikir ístaðin fyri eitt tap.


?Dummaði? seg

-Var tú tikin á bóli, tá tú tapti móti kollfirðinginum?


-Ja. Eg varð kløkkur av, at eg ?dummaði? meg so nógv. Eg viðgangi, at talið mistøkum var ov høgt, og tí royndi eg eisini at spæla uppá tað trygga móti føroyska landsliðnum dagin eftir.


Garry Kasparov sigur víðari, at hann er altíð argur inn á meg sjálvan, tá hann ger mistøk Og hann var eitt sindur argur um, at hann byrjaði talvini sum hann gjørdi. Men hetta at vera argur inn á seg sjálvan heldur hann vera heilt náttúrligt. Tað er ein týðandi partur av einum góðum telvara. -Hevði eg ikki verið argur inn á meg sjálvan fyri at gera mistøk, so hevði eg væl ikki verið her í Føroyum. Tá hevði eg heldur ikki verið heimsmeitari so leingi. Tú mást kunna vera argur og ónøgdur og tora at revsa teg sjálvan, tá tú ger okkurt skeivt ? tað er ein treyt fyri at kunna vera í toppinum.



Umhvørvi altavgerandi

Hvat skal so til fyri at gerast ein góður telvari umframt at hava evnini spurdu vit stórtelvaran Kasparov!


-Tað er at hava eitt gott og gevandi umhvørvi. Tað er tað, ið er mest umráðandi. Tað eru nógvir dugnaligir ungdómar kring heimin. Skulu hesi blíva góðir telvarar, so er at geva teimum tað rætta umhvørvið. Eg haldi ikki, at tað eru meira talentfull ung í t.d. Sovjetsamfelagnum enn í USA. Kasparov vísir í hesum sambandi á, at tað er ikki rætt, tá tað verður sagt, at tað var gjørt so nógv fyri talvspælið undir tí gamla kommunistiska stýrinum í Sovjet. Tá var málið heldur at finna evnarík ung og læra tey upp ikki minst út frá idealistiskum orsøkum. Serstøk fólk høvdu burturav til uppgávu at finna fram til røttu ungdómarnar út av milliónum. Og skuldu útvaldu telvararnir brúkast til frama fyri stýrið sjálvt. Tað er ikki slíkt umhvørvi, sum talv hevur brúk fyri.


Hann vísir á, at verður talv í tí gamla Sovetsamveldinum samanborið við talv í USA, so hava valmøguleikarnir verið sera ymiskir í londunum. Meðan har kanska var lítið annað í at velja í í Sovjet, so høvdu amerikanskir borgarar fleiri túsund møguleikar og tilboð at velja millum. Við hesum vil Kasparov bara siga, hvussu nógv umhvørvið kann hava at siga fyri at skapa góðar telvarar.


Hann vísir eisini til gongdina í suðurfraklandi, har tað finst ein sera virkin talvfelagsskapur. Tað eru russar, sum eru fluttir heimanífrá, ið royna at finna evnaríkar ungar telvarar. Heldur henda talvmenningin fram næstu árini, so verður Frakland heimsins sterkasta talvtjóð í Europa um ikki so langa tíð.


Sera hart arbeiði

Tá Kasparov verður spurdur, hvat svarið er uppá heimsins besta telvara sigur hann, at tað kann ikki svarast so einfalt. Talan er nevniliga um eina prosess. Talan er fyri tað fyrsta um at hava rætta umhvørvið og harnæst at velja út ungdómar at venja upp og ikki minst at fáa tavlið inn um skúlagott. Talan er sjálvandi eisini um hart arbeiði.


-Talv er ein professionellur ítróttur, ið ikki er øðrvísi enn annar ítróttur sum tennis og golf ella annað. Tað krevur kanska nakað meira intellekt, tí tað hevur í sær eitt stórt vísindaligt element. Vil tú vera nummar eitt ella nummar tvey í heiminum, so nýtist tær góðan kappingaranda. Tú mást kunna betemma teg, tú mást arbeiða hart. Tað er alt tað sama. Tað er einki, sum ger talv øðrvísi enn aðrar individuellar professionellar ítróttargreinir. Men skal tú vera í oddanum, so mást tú gera nógvar vísindaligar kanningar, tí talvspælið byggir á hart arbeiði. Men talvbyrjanin og studiur av øllum spælinum, gera talv til nakað øðrvísi enn t.d. tennis. Í tennis kanst tú ikki studera allar bóltar, sum mótstøðumaðurin rakar. Í talvi er tað at studera spælið hjá mótstøðumanninum meira týdningarmikið.


Garry Kasparov sigur víðari, at fyri at gerast betri og betri telvari, mást tú gera eitt stórt arbeiði sjálvur. Kappingarstøðið hækkar nevniliga hvønn dag, og tá tú fær sera harða kapping, sum gerst uppaftur harðari fyri hvønn dag, so hevur tú einki val. Tú kanst velja at stegða á og harvið missir tú tað tú er frammanfyri - ella tú velur at arbeiða meira og meira fyri at hava spælið og teg sjálvan gangandi.


Tá farið verður at tosa um aldur og dygd ger Kasparov greitt, at meðalaldurin á teimum 10 bestu telvarunum í heiminum er væl niðan fyri 30 ár, hann liggur kanska millum 20 og 29 ár. Spælarin, sum vann HM-heitið í London, er 26 ár. Tað eru annars nógvir ungir spælarar, sum eru við í teimum stóru og krevjandi kappinginum. Teir eru 17 til 18 ár, so talan er um eina aldurskluft í hvussu er hvat sær sjálvum viðvíkur viðgongur Kasparov.


Tí er hann eisini noyddur til at arbeiða sera hart bara fyri at vera góðum fysiskum standi. Og hann má eisini arbeiða hart fyri at finna nýggj hugskot. -Tað er sera lætt at blíva dovin. Og tá er tað rætt og slætt ómøguligt at koma aftur á toppin. Tá tú verður eldri hevur tú torførari við at taka eina avgerð. Eg eri tó glaður fyri at siga tykkum, at so er ikki við mær. Eg arbeiði hart, og tað gevur úrslit. Og eg vinni framvegis kappingar.


Ymiskar tíðir

Spurdur hvør er størsti telvari í søguni umframt hann sjálvan sigur Kasparov, at honum dámar ikki at svara slíkum spurningi, tí tað er sum at spyrja, hvør er størri vísindamaður Newton ella Einstein. -Støðan er tann, at slíkir stórir menn hava arbeitt í ymsum umhvørvi hvør til sína tíð. Hyggja vit t.d. eftir teimum bestu telvarunum í síðstu øld og vit vilja meta teir út frá dagsins professionella støði, so vóru teir pionerar, teir byrjaðu nakað spildurnýtt. Og tí bera byrjanir og serstakir spælihættir teirra nøvn. Og taka vit ungar føroyskar telvarar í dag, so vita teir meira um talv enn stórtelvarar gjørdu fyri 100 árum síðani. Tað finst nevniliga ein náttúrlig gongd fyri at fáa sær meira vitan. Men hvussu kunnu vit virðismeta tað stóra, sum onkur hevur gjørt við at lata upp fyri nýggjum stigum í miðspælinum og endaspælinum og føra tað víðari til okkara tíð spyr Kasparov, sum ikki heldur tað vera fair og rætt, tá vit tosa um heimsmeistarar frá ymsum tíðarskeiðum í søguni, at gera av, hvør var tann besti. Kasparov leggur aftrat, at um tað ikki vóru aðrir telvarar, sum høvdu lært seg og ment talvspælið, so var hann ikki tað hann er í dag.


-Tí haldi eg, at allir teir 14 heimsmeistararnir, sum hava verið seinastu 150 árini, hava hvør í sínum lag givið talvinum nógv gott.


Hugtikin av Fisher

Nú tosað verður um kendar og góðar telvarar í heimssøguni, viðgongur Kasparov, at hann var sera hugtikin av Fisher. Hann vann HM-heitið, tá Kasparov byrjaði at telva. ?Tey árini eg byrjaði at telva í 70-72 vóru tey bestu hjá Bobby Fisher. So ein sleppur ikki uttan um at tosa um ta stóru ávirkan ein so góður telvari hevur havt á ein ungling sum meg sjálvan .


Talv var í hæddini í 1972 og heldur Kasparov, at tað var sera óheppið, at Fisher var so nógv frammi júst tá, tí hóast tann góði telvari hann var, so var hann tann skeivi persónurin á tí rætta staðnum til ta røttu tíðina. Hevði Fisher havt ein annan hugburð og atburð so kundi talv verið ein av successøgunum í 70-unum framum tennis. Hann kundi havt borið seg øðrvísi at. Men hann er farin. Tað minkar tó ikki um metingina av honum sum ein stóran telvara í altjóða talvsøgu.


Havandi í huga týdningin talvdysturin millum Spasky og Fisher hevði fyri talv í grannalandinum Íslandi, og nú Kasparov fyri fyrstu ferð hevur vitjað í Føroyum, spurdu vit henda mæta telvara, um vit ikki við hjálp frá okkara virkna talvsambandi høvdu kunnað fyrireikað líknandi stórkappingar í Føroyum.


-Eingin møguleiki er fyri tí. Í dag er talv nevniliga meira bygt á handilslig áhugamál enn politisk, sum tað var galdandi í 72. Vit minnast øll, hví Ísland varð valt til tann dystin, tí tað lá miðskeiðis millum USA og Sovjetsamveldið. Leitað varð eftir einum neutralum landi og hetta var mitt í tí kalda krígnum. Í dag vildi ein stórdystur sum tann millum Fisher og Spasky verið leiktur í einum stórbýi sum New York, London ol. Tað er veruleikafjart at rokna við, at nakar dystur av slíkum slag kundi verið leiktur í Føroyum ella fyri tað í Keypmannahavn.


Kasparov, sum í dag er 38 ára gamal, er millum kendastu persónar í heiminum í dag. Hann vinnur nógvan pening, men hetta er hvørki lættvunnin peningur ella heiður. Hann dylur ikki fyri, at tað krevur so ómetaliga nógv av einum topptelvara bara at kunna standa í stað. Sjálvur venur hann umleið 6 tímar um dagin. Tað er sum við einum klaverspælara. Tað er og verður altíð hart arbeiði, líka mikið hvussu góðar gávurnar eru.


-Og at vinna kappingar í dag er nógv strævnari enn fyri 5 árum síðani, tí tað eru so nógvir telvarar í dag. Hetta stóra talið ger, at nýggj hugskot koma so skjótt fram. Tað krevur meira orku og tíð at vinna stórar kappingar í dag.


Hóskar væl til telduøldina

Vit spurdu Kasparov, hvønn týdning talv hevur fyri fólk, fyri mannaættina og fyri samfeløg sum heild og hvat tað er, sum er so hugtakandi við spælinum?


-Talv er hugtakandi í sær sjálvum. Fólk leita eftir intellektuellum undirhaldi, og talv stendur yvir øðrum spølum, tí tað gevur øllum eins møguleika frá byrjan. Tað er ein sannroynd, at talv hevur fingið so stóra undirtøku í so nógv árhundrað, tí spælið hugtekur fólk úr so nógvum ymsum umhvørvi, tvs. fólk frá ymsum sosialum umhvørvi, ymsum húðaliti, religión, alduri og tjóðskapi. Kasparov heldur eisini, at talv sum spæl og kappingargrein hevur víst sína styrki og áhuga í internetøldini. Spælið hevur møguleikar at yvirliva tvørtur um áramark og ymiskar tíðir. Og sjálvt í eini telduøld stendur talvið einki aftanfyri men vinnur harafturímóti frama.


Einki at læra av

Vit spurdu at enda, hvat er gjørt í hansara landi fyri at stimbra áhugan fyri talvi, og hvussu ungdómar í Føroyum kunnu læra av hesum royndum!


-Tað er einki tit kunnu læra av mínum fyrrverandi fosturlandi, Sovjet. Í dag er Rusland mítt heimland, og tað ger einki fyri talv. Tað er ikki longur nakað, sum verður raðfest høgt. Í sovjetíðini var talv á tí politisku dagskránni og tí kunnu tit ikki læra nakað av tí. Endamálið var nevniliga ikki at menna talv sum grein men at finna ung børn við góðum evnum og gera tey sterkar stórmeistarar ? ikki fyri talvsins skyld ? men fyri at kunna prógva intellektuellu fyrimunirnar við kommunistisku samfelagsskipanini frammum hana í vesturheiminum. Tað hevur so gagnað telvarum sum Karpov og meg sjálvan. Men tá samanumkemur var tað ikki serliga sunt og positivt talváhugan sum heild, tí tað skuldi bara gagna nøkrum fáum góðum telvarum.


Kasparsov heldur, at talv eigur at byrja í skúlanum og vísir hann á, at tað er skilagott at taka talv við í sjálva undirvísingina. Ein dagin fer hetta at vera ein dygd, og í USA síggi eg skúlar, sum royna at raðfesta talv hægri. Og tað er tann vegin tað skal verða marknaðarført og ment í vesturheiminum.