Fótbóltstilvera
Meistarar í fjør ? niðurflytarar í ár. Somikið skiftandi hevur fótbólttstilveran hjá Jákupi Mikkelsen verið innan fyri seinasta eitt ára tíðarskeiðið.
Niðurflytingin varð longu staðfest í triðseinasta leikumfari, men kortini gjørdi liðið ein seinasta vørr í seinasta leikumfarinum, tá teir noyddu Silkeborg at taka til takkar við einum bronsumerki.
Fleiri orsøkir
Tveir dagar eftir kappingarlok fekk Sosialurin eitt prát við føroyska landsliðsmálverjan, og eitt av evnunum var sjálvandi, hvat tað var, sum kiksaði hjá felagnum hetta kappingarárið.
- Sjálvandi eru fleiri orsøkir. Vit fingu eina øgiliga ringa byrjan, og kanska gjørdi Faxe tað mistakið, at hann satsaði nógv upp á Europeisku dystirnar. Skráin varð tá sera strævin hjá okkum, og hetta kostaði eisini fleiri skaðar. Millum annað varð Kenneth Jensen tá skaddur, og var at kalla ikki við hetta árið.
- Rok var eisini um Jens Madsen, tá hesin brádliga varð seldur, og at Jesper Falck og Steven Lüstu brádliga vórðu seldir, gjørdi tað heldur ikki betri. Serliga var missurin av Steven stórur, tí síðani Faxe kom, hava vit roynt at flutt spælið langt niðan á vøllin. Hetta gekk, tá Steven kundi renna allar bóltar upp í verjupartinum, men í ár hava vit ikki havt nakran somikið skjótan spælara.
- Sjálvandi eru fleiri orsøkir, og vit spælarar mugu so eisini átaka okkum okkara part av skuldini. Vit hava ikki verið nóg góðir, men tað hevur nevndin so heldur ikki.
Undanfarin ár hevur eyðkenni hjá Herfølge verið ein svikaleysur stríðsvilji. Spurdur, um hesin hevur restað í í ar, svarar Jákup, at tað hevur hann kanska.
- Í so máta var stuttligt at síggja seinata dystin móti Silkeborg. Okkara spæl var koyrt, men vit fóru kortini á vøllin at stríðast, og tað gav so eisini úrslit. Tað er kanska nakað, sum hevur mangla.
Seldu beint undan dysti
Tá Jákup nevnir, at nevndin heldur ikki hevur verið nóg dugnalig, er náttúrligt at spyrja, um hann við hesum heldur, at teir hava verið ov passivir. Til hetta svarar Jákup, at tað hava teir partvíst verið, men eisini meinar hann við hesum, at teir ofta kundu gjørt tingini øðrvísi.
- Mátin, sum teir seldu Jesper Falck og Steven Lüstu var í øllum førum ikki serliga heppin. Vit spældu hóskvøld á heimavølli móti AIK Stockholm, og umvegis pressuna fingu vit fríggjadagin at vita, at teir báðir vóru seldir.
- Hvørki spælarar ella Faxe vistu av hesum, og vit skuldu fyrireika okkum til dyst mánadag. Sostatt høvdu vit bert eina venjing at fyrireika okkum til, at týdningarmesti leikarin hjá okkum ikki var við.
Hóast alt hetta, so heldur Jákup ikki, at stemningurin millum leikararnar hevur verið so øgiliga ringur hetta kappingarárið.
- Sjálvandi var tað stuttligari í fjør, tá pressan var til venjingarnar og so framvegis, men eg haldi kortini, at tað hevur verið í lagi millum spælararnar. Vit hava vant, eins og vit gjørdu áður, og yvirhøvur hevur hetta ikki bilað.
Hevði sáttmála í hondini
Miðskeiðis í kappingarárinum ljóðaði, at Jákup skuldi vera ávegis til FCK, og málverjin viðgongur eisini, at heilt nógv var um hetta tosið.
- Eg samráddi meg fram til ein sáttmála við FCK í januar ella var tað februar, og vit vóru eisini samdir um ein sáttmála. Eg var eisini til læknakanning, og hetta gekk eisini væl. Teir spurdu meg tá, um eg vildi skriva undir beinanvegin, men eg vildi gjarna lesa sáttmálan enn einaferð, og tók hann tí við mær til hús, og hann liggur framvegis við hús.
- Teir skuldu so venda aftur til, men tað gjørdu teir ikki fyrr enn vit spældu móti teimum tann 13. mei. 16. mei tosaðu vit aftur saman, og teir søgdu, at nú var støðan ein onnur. Teir vóru nøgdir við málverjan, sum teir høvdu, og støðan hjá okkum var kanska ikki so góð, so upp á ein penan máta søgdu teir, at teir høvdu skift støðu.
Spurdur, um hann angrar, at hann ikki setti undirskriftina á sáttmálan ta ferðina, sigur Jákup, at tað ikki nervar hann so nógv.
- Eg havi lisið sáttmálan ígjøgnum, og alt er ikki, sum tað skuldi vera í hesum. Í øllum førum restaði ein upphædd í hesum, sum vit annars vóru samdir um. Sáttmálin var soleiðis, at ongan sonevndan »sign-on fee« hevði fingið. Hinvegin skuldi eg so tvær ferðir í sáttmálaskeiðinum fáa eina ávísa upphædd útgoldna. Tann seinna av hesum var samstundis tann størra, og sambært sáttmálanum stóð, at hesa fekk eg, um eg framvegis hevði sáttmála við felagið hin 1. juli 2004. Sáttmálan gekk tó út dagin fyri, so hetta skuldi í øllum førum verði broytt.
- Sjálvandi iðrar mann seg eitt sindur, men eg iðri meg nógv meira um, at Herfølge ikki vildu sleppa mær fyri hálvum triðja ári síðani, tá FCK og Hibernian sýndu áhuga. Teir hava faktist bremsa mær fleriri ferðir i hesum.
Møguleikarnir vóru har
Tá prátið fellur inn á møguleikarnar, sum Jákup hevur havt fyri at skifta felag, fella eisini nøkur hørð orð frá málverjanum, sum eru rættað beinleiðis móti leiðsluni í felagnum. Ikki minst, tí hesir eftir øllum at døma ikki hava verið heilt reiðiligir, tá hetta fór fram.
- Eg tosaði við ein blaðmann í Skotlandi, sum hevði tosað við Alan McLeish, sum tá var manager í Hibernian. Hann segði seg hava fingið allar lutir í sáttmálatilboðnum at vita, og millum annað hevði eg fingið frían bil og íbúð umframt eina mánaðarløn upp á 100.000 kr. netto. Eg tosaði síðani við Kenneth Wegner, sum var stjóri í Herfølge, men hann tvíhelt um, at teir einki høvdu hoyrt frá nøkrum.
- Eg helt hetta vera eitt sindur løgið, tí tað stóð eisini at lesa á tekstvarpinum, men tað var ikki fyrr enn eg tosaði við Faxe, tá vit samráddust seinast, at eg fekk at vita, hvat veruliga var farið fram. Hann segði mær, at Hibernian vóru til reiðar at rinda 2 mió.kr., og tað er sjálvandi keðiligt at fáa slíkt at vita seinni.
- Seinni hetta árið spurdi Wegner meg, um eg møguliga hevði havt áhuga í at komið til FCK, og eg svaraði tá ja. FCK og Herfølge fóru tá í ítøkjuligar samráðingar, har FCK vildi lata 2,5 mió.kr. Herfølge royndi ? við at nýta boðið hjá Hibernian á 2 mió.kr. ? at trýsta prísin upp, og alt endaði við, at FCK ístaðin keyptu Michael Steensgaard heim úr Onglandi fyri 2,7 mió.kr.
- Møguleikarnir at koma víðari, hava sostatt avgjørt verið til staðar, men teir í Herfølge hava lagt seg ímillum hvørja ferð. At teir einki leggja í mín persón, er kanska skiljandi, tí teir skulu jú royna at fáa sítt virki at bera seg, men eg havi so einki til yvirs fyri nevndini hjá Herfølge. Mær hevur dámt væl í felagnum, og havi kent meg væl við spælararnar, men eg havi ongan tíð verið serliga væl við nevndina.
Illa viðfarin
At Jákup ikki er so væl foreintur við alt tað, sum nevndin hevur tikist við, kemur eisini fram, tá tosið fellur inn á, um tað eisini eru onnur viðurskifti enn møguleikin at sleppa til onnur feløg hevur verið frammi.
- Eg kann nevna ta einu ferðina, tá eg fór heim í summarfrí, høvdu vit sagt íbúðina hjá okkum frá okkum. Hetta tí teir høvdu lovað, at vit skuldu fáa eina aðra íbúð í Køge, tá vit komu aftur til Danmark. Stutt áðrenn vit skuldu niður aftur ringdi eg og spurdi, um vit nú høvdu fingið eina nýggja íbúð. Eg fekk at vita, at hetta var so at siga í lagi, men at tað allar helst tók ein dag afturat, áðrenn alt var í rættlag, so teir spurdu, um tað var í lagi, at eg búi á hotelli eina nátt.
- Hetta var sjálvandi eingin trupulleiki, men tað bleiv tó soleiðis, at vit vórðu verðandi á hotellinum í tríggjar mánaðir. Eg royndi at vera tolin, men at enda hevði eg fingið nóg mikið, og eftir hálvum triðja mánaði fór eg so til Wegner, og segði at nú máttu teir finna okkum eina íbúð. Tá helt hann brádliga fast um, at teir høvdu ikki lovað okkum nakað sum helst, og alt endaði við, at eg segði upp.
- Seinni kom málmansvenjarin til mín og segði, at kona hansara møguliga kundi hjálpa, og longu dagin eftir hetta hevði eg einar fýra-fimm íbúðir at velja ímillum. Eftir hetta tók tað bert eina viku, áðrenn alt var í rættlag, so tað var honum at takka, at eg helt fram í felagnum.
Tað løgna við hesum er eisini, at teir flestu av nevndarlimunum hjá Herfølge eru sonevndir íbúðarhávar, so teir skuldu ikki havt trupulleika av at finna eina íbúð, so alt í alt haldi eg meg ikki vera serliga væl viðfarnar.
Fekk rokning fyri hotellið
At viðferðin ikki altíð hevur verið so sømilig, verður staðfast uppaftur harðari, tá Jákup síðani greiður frá, hvat hendi eftir alt hetta íbúðarrokið.
- Nakað eftir hetta fekk eg eina rokning fyri hotelluppihaldið. Eg varð innkallaður til Steen Zarka, og hann spurdi meg, um eg ikki helt tað vera rímiligt, at mann skuldi gjalda fyri at búgva á hotellið.
- Vit blivu so ikki samdir um nakað, og tá eg so kom heim, greiddi eg Eilen (konu Jákup, blðm.) frá hesum. Hon legði í horni og segði sína avgjørdu hugsan um hetta. At hon ikki helt tað vera rímiligt, at vit skuldu gjalda fyri hetta. Dagin eftir, meðan vit vandu, kom Kenneth Wegner so til mín og segði, at eg bara skuldi gloyma hasa rokningina.
- Alt í alt hava tað ofta verið løtur, tá eg havi ætla mær at givist í felagnum, og eg átti helst eisini at hildi fast onkuntíð. Millum annað ætlaði eg mær at gevast í fjør, tá vit vórðu meistarar. Sáttmálin hjá mær rann út tað summarið, og eg hevði ongan hug at leingja. Tá vit samráddust um hetta á vári, hóttu teir við, at um eg ikki longdi sáttmálan, varð eg avsettur. Eg longdi so kortini við einum ári, tí mann vildi sjálvandi verða við í øllum hesum, men í dag eri eg vísur í, at eg hevði sloppið at spælt kortini.
- Alt hetta hevur eitt sindur við »timing og gambling« at gera, og har havi eg bara ikki verið serliga heppin, sigur Jákup Mikkelsen at enda.
Hvar leiðin gongur framyvir hjá Jákupi Mikkelsen, er sum kunnugt enn ikki greitt, men við omanfyristandandi útsøgnum í huga, er greitt, at tað so avgjørt ikki verður í Herfølge.