14 kvinnur og seks børn gistu í Kvinnuhúsinum

Vegna harðskap frá manni ella sambúgva gistu tilsamans 14 kvinnur og seks børn á Kvinnuhúsinum í fjør í tilsamans 306 samdøgur

 

HARÐSKAPUR MÓTI KVINNUM


Hósdagin í síðstu viku hevði Kvinnuhúsfelagið aðalfund í KFUM. Í nevndini í Kvinnuhúsfelagnum sita Edna Jørgensen, sum er forkvinna, Kristian Ferjá, sum er næstforkvinna, Henrid Johansen, kassameistari og Finngerð Fríðriksdóttir og Frígarð Sundsgarð, sum báðar eru nevndarlimir.

Í fjør hava 39 kvinnur arbeitt sum sjálvbodnar í Kvinnuhúsinum. Tær hava arbeitt í vaktarskipanini sum kvøld- og náttarvaktir, sitið í nevndum og í ráðgevingini.

Felagið sigur í tíðindaskrivi, at arbeiðið hjá Kvinnuhúsinum er fjølbroytt, og at tey altíð hava brúk fyri fleiri vaktum. Um onkur hevur hug at hjálpa til við hesum arbeiði, so ber til at seta seg í samband við felagið á telefon 317200 at frætta meira.

Kvinnuhúsfelagið hevur limafund eina ferð um mánaðin.

Tað er Kvinnufelagið, sum rekur Kvinnuhúsið, ella Kreppumiðstøðina, sum hon eisini verður rópt. Har kunnu kvinnur fáa ráðgeving og vegleiðing. Tað er ókeypis hjá kvinnum at venda sær til Kvinnuhúsið, og tær skulu ikki rættvísgera, hví tær gera tað, sigur Elin Reinert Planck frá Kvinnuhúsinum.

Møguleiki er eisini hjá kvinnum at gista á Kreppumiðstøðini saman við børnum í styttri tíðarskeið.

? Okkara framtíðarynski er, at tað verður ókeypis at gista á Kreppumiðstøðini, men so er ikki enn, sigur Elin Reinert Planck.

408 áheitanir vóru til Kvinnuhúsið í fjør. Orsøkirnar til áheitanirnar vóru harðskapur, sundurlesing ella hjúnarskilnaður, at maður ella sambúgvi er misnýtari, ótrúskapur, fíggjarligir trupulleikar, incest, sálarligur trupulleiki og ymisk mentan. Áheitanirnar vóru úr 21 ymiskum kommunum. Kvinnuhúsið hevur frá byrjan í 1990 havt áheitanir úr 38 ymiskum kommunum.

Aldurin á kvinnunum, ið vendu sær til Kvinnuhúsið í fjør, var millum 18 og 70 ár. Kvinnurnar siga, at orsøkin til harðskapin er partvís uppvøkstur, øvund, undirlutakenslur, misnýtsla og ymisk mentan.

14 kvinnur og seks børn gistu á Kreppumiðstøðini í tilsaman 306 samdøgur í fjør.

Kvinnuhúsið takkar øllum, sum á ymiskan hátt hava stuðlað arbeiðinum í Kvinnuhúsinum.