Talv
Alla farnu viku royndu frægastu føroysku telvararnir at gera av, hvør teirra skuldi kunna rópa seg nýggjan føroayameistara.
At talan skuldi verða um ein nýggjan meistara var greitt longu undan kappingini, tí meistarin frá í fjør, Flóvin Tór Næs, tók ikki lut í kappingini.
Langur tvídystur
Longui tíðliga í kappingini tóktist greitt, at kappingin fór at standa ímillum John Rødgaard og Eyðun Nolsøe. Eftir triðja umfar høvdu teir lagt seg einsamallar á odda, og javnstøðan teirra millum helt seg fram til sætta umfar. Tá vann Eyðun sítt talv á Jóan Hendrik Andreasen, meðan John heldur óvæntað mátti taka til takkar við javnleiki móti Martini Poulsen, og hetta legði veruligt trýst á Rødgaard undan sjeynda umfari, har mótstøðumaðurin var Eyðun Nolsøe.
Tað eydnaðist tó John at vinna hendan avgerandi dystin, og tá Eyðun í áttanda umfarinum tapti móti bróðursoninum, Carl Eli Nolsøe Samuelsen, var alt lagt væl til rættis fyri John Rødgaard undan seinasta umfarinum.
Her hevði nýkosni føroyameistarin dyst móti Jens Kristiani Hansen, og hálva stigið í hesum dystinum rakk altso til gullið. So kundi tað gera tað sama, at Eyðun í sínum seinasta dysti fekk fulla úrtøku móti Martini Poulsen.
Sterkur bólkur
Annars var merkisvert, at føroyingurin við hægsta ratingtalinum, John Arni Nilssen, mátti taka til takkar við einum fjórða plássi. Hálvt annað stig aftan fyri John, og hálvt stig frá Ólavi Simonsen á triðja plássinum.
Hetta sigur tó eisini nakað um, hvussu sterkur landsliðsbólkurin var í ár. Hóast Flóvin, sum áður nevnt, ikki fekk tikið lut í ár, so varð bólkurin framman undan mettur sum ein hin sterkasti nakrantíð, og í fleiri av dystunum var eisini greitt, at munurin ímillum luttakararnar var sera lítil. Eisini tí at kalla allir megnaðu at taka stig frá hvørjum øðrum.
Endaliga støðan í landsliðsbólkinum framgongur av yvirlitinum her á síðuni, eins og úrslitið av innanhýsis dystunum kunnu lesast.
Olaf vann
Í almenna bólkinum stóð dysturin um gullið alla tíðina millum Olaf Berg úr Havnar Talvfelag og Terja Petersen úr Klaksvíkar Talvfelag.
Olaf var alla tíðina á odda í kappingini, men eftir at hann tapti fyri Terja, stóð nógv á, áðrenn hann kundi rópa seg føroyameistara við sjey stigum fyri átta dystir. Tað kom sostatt at kosta dýrt hjá Terja, at hann tíðliga í kappingini misti stig móti tveimum at lægru rataðu telvarunum, tí tapið hjá Olafi fyri Terja vigaði ikki eins nógv í so máta.
Herluf Hansen úr Havnar Talvfelag vann triðja plássið í harðari kapping við Andreas Ziska, eisini úr Havn, og vóru tað sostatt teir fýra telvararnir, sum høvdu hægstu ratingtølini, sum endaðu á ovastu sessunum í almenna bólkinum.
Samlaða yvirlitið yvir almenna bólkin sæst annars á heimasíðuni hjá Talvsambandinum, www.faroechess.com.
Eingin ivi
Hjá unglingunum var ongan tíð nakar ivi um, hvør skuldi fara at rópa seg føroyameistara eftir kappingina. Hans Kristian Simonsen úr Kollafjarðar Talvfelag hevði nógv hægsta rating talið í bólkinum, og hann misti eisini bert tað eina stigið í sínum dystum.
Nummar tvey við seks stigum gjørdist heldur óvæntað Hans Erik S. Jensen úr Róki, meðan Karl M. S. Jensen, eisini úr Róki, gjørdist nummar trý.
Í eldrabólkinum eydnaðist tað Dánjal Petur Højgaard úr Vestmanna Talvfelag at finna fyrsta plássið við fimm stigum, framman fyri Luitjen Apol úr Havnar Talvfelag, sum hevði hálvt fimta stig. Nummar trý gjørdist her Hans Petersen úr Vestmanna Talvfelag við fýra stigum