HB-B36:
Upptakt
Tað er ikki ofta, at B36 er favorittur, tá grannauppgerð er í Havn. Hagtølini aðra staðni á hesum síðum siga harðmælt frá, at HB so greitt hevur verið oman á seinnu árini, tó at tað onkun tíð hevur bragdað hjá B36.
Við útgangsstøði í degnum í dag, so má B36 tó metast sum favorittur. Eftir eina heldur trilvandi byrjan, hava teir svørt/hvítu veruliga fingið ferð á, og seinastu tríggir dystirnir eru vunnir somikið sannførandi sum 22-0.
Allir tøkir
Hinvegin hava seinastu vikurnar ikki hilnast serliga væl hjá HB. Eitt slag av vend kom kanska í, tá teir fyri viku síðani vunnu trygt á EB/Streymi, men mótstøðumenninir sunudagin eru helst ikki at sammeta við eitt lið, sum stríðis í niðara endanum av stigatalvuni.
Til dystin hevur HB so at siga allar mans tøkar. Hans á Lag er enn ikki byrjaður at venja eftir skaða, men burtur sæð frá honum eru allir mans tøkir. Eisini Uni Arge, sum tað framgongur aðrastaðni.
Um Arge maðurin byrjar inni frá fyrsta bríksli eftir sjálvbodna steðgin, er tó ein avgerð, sum venjarin má taka. Tað er væl hugsandi, at Uni fyri fyrst má taka til takkar við einum plássi á beinkinum, men hinvegin er tað so avgjørt ikki tann ringasti jokarin at hava hjá einum venjara.
Fleiri ivamál
Í B36 húsinum eru tey meira ivasom, tá tosað verður um, hvørjir leikarar verða tøkir til dystin.
Størsti spurningurin er helst, um tað eydnast teimum at fáa Pól Thorsteinsson kláran til dystin. Hann hevur ikki verið við, síðani tapið í Gøtu, men arbeitt verður av øllum alvi fyri at fáa hann kláran.
Magni á Lakjuni hevur enn ikki vant við fullari ferð, og roknað verður ikki við, at hann verður klárur til dystin, meðan einki ivamál er, tá tosað verður um Herbert í Lon Jacobsen. Hann hevur skaða í lærinum, og fær tí ikki spælt.
Sum sagt hevur dysturin sunnudagin alstóran týdning fyri liðini bæði. Ikki bert er talan um eina lokaluppgerð, men ein møguligur tapari má helst finna seg í at verða krøktan burtur í oddastríðnum, har gøtumenn framvegis tykjast púra einaráðandi.










