Tað sær ikki mætari út enn at landsstýrið hevur ilt við attaka eina støðu, tá tað snýr seg um at taka suðuroyingar og Suðuroynna fyri fult. Tað sýnist sum at hesin fjarskotni parturin av landinum líkasum hoyrir ikki til Føroyar, og er hetta ein støða, sum ikki minnir sørt um hana í Íslandi, har nærum øll menning snýr seg um Reykjavíkarøkið.
Ikki minni enn fýra ferðir er avgerðin um at byggja nýtt suðuroyarskip útsett. Hvør endin verður munnu gudarnir vita. Málið er einfalt, antin verður avgerð tikin um eina heila loysn ella eina hálva loysn. Smyril er og verður í mong mong ár enn høvuðsæðr suðuroyinga til hjartað av landinum, Tórshavn. Tað er nakað, sum øll onnur í hesum landi mugu gera sær greitt. Eisini landsstýrismaðurin í samferðslumálum, sum í sending í SVF tíanverri helt seg til ta hálvu og næstbestu loysnina, tá tað snýr seg um at byggja nýtt skip til Suðuroynna.
Nú vil onkur siga, at tað er ikki neyðugt at brúka heilar 300 mill. kr. til nýtt suðuroyarskip. Hví kunnu teir ikki taka til takkar við einum skipi, sum er einar 100 mill. kr. bíligari! Suðuroyingar ? og tað gjørdi vágstingmaðurin Henrik Old púra greitt í SVF-sendingini týskvøldið - vilja hava eitt skip, sum siglir 21 míl og sum er ein heil loysn. Vónandi fær hann fullan stuðul frá hinum tingmonnunum í oynni, eisini honum, sum situr í samgongu.
Trýhundrað milliónir ljóða nógv, tá hugsað verður um nýtt strandfaraskip. Men hetta er ikki ov nógv, tá hugsað verður um, hvussu skerdir suðuroyingar eru í øllum viðurskiftum við at liggja so langt burturi frá meginøkinum. Tá nú vágafólk fáa fast samband við meginøkið og útlit eru til, at Norðoyggjar eisini fáa tað, so er tað einki meira enn rímuligt, at tað sjóvegis sambandið, sum suðuroyingar skulu liva við næstu 20 árini, er tað best hugsandi. Nú má og skal nakað henda í hesum máli. Tað er sera umráðandi, at tingmenn úr øllum landinum stuðla suðuroyingum í at fáa tað besta skipið, tí tað hava teir uppiborið. Latið vera við at kuta av og harvið koma við einum skipi, sum bara er ein hálv loysn.
Annars var hatta stutta tjakið í Breddanum í SVF nakað av tí rætta. Tað eru slík orðaskifti, sum vit sakna í loftmiðlunum, tí teir eru eitt so gott forum fyri slíkum. So haldið fram við hasum og gerið tað til ein náttúligan part av sendingunum. Stutt og kontant tjak av hesum slagnum kann bara betra um føroyska partin av sjónvarpi okkara.