Liðið hjá Óla Johannesen, Hvidovre, hevði allar møguleikar at vinna heimadystin móti Brønshøj, men mátti kortini taka til takkar við javnleiki
Fótbóltur
Álvur Haraldsen/Jákup Mørk - Hvidovre
Tað var aftur vorðin gerandisdagur hjá Óla Johannesen, tá hann fór á vøllin sunnudagin. Eftir at hava roynt seg móti heimsgitnum russiskum leikarum, vóru tað nú Brønshøj, sum stóðu hinu megin miðlinjuna, men talan var kortini um eitt arbeiði, sum skuldi gerast.
Høvdu alt spælið
Brønshøj hevur annars havt rættiligan viðvind seinastu tíðina, og teirra ætlan var ivaleyst at leingja um sigursrøð sína, sum undan dystinum taldi seks vunnar dystir á rað.
Hetta sást tó ikki á nakran hátt, tá farið varð í holt við dystin. Hvidovre royndi við síni 4-3-3 spælskipan at fáa breidd í spæli, og hetta eydnaðist eisini rættiliga væl. Serliga gekst væl at koma upp ígjøgnum vinstru megin, og hópatals innlegg vórðu send inn fyri málið, uttan at hetta tó gav úrslit.
Hol kom tó á, tá fyrri hálvleikur var um at vera hálvrunnin. Kaan Metin fekk bóltin á brotsteigarmarkinum, og eftir at hava rundað ein verjuleikara, sendi hann sera frekt bóltin inn við nærmasta stólpa, tá málverjin helst roknaði við einum tvørbólti.
Eftir hetta helt heimaliðið fast um trýstið, og tað var eisini nær við, at tað eydnaðist teimum at økja um leiðsluna. Nærmast vóru teir við, tá Sammy Yossouf stútáði á stongina, og so hendi brádliga tað, sum so avgjørt ikki mátti henda. Eftir eitt hornaspark fekk verjan ikki ruddað bóltin nóg væl burtur, og Carsten Schrøder kundi við einum hørðum skoti senda bóltin í meskarnar.
Misnýttu í evstu løtu
Javnleikkur var sostatt støðan í hálvleikinum, men tað var rættiliga skjótt, at heimaliðið fekk broytt upp á hetta. Eftir at skjótálop sá út til at vera av, fekk Yossouf latið eitt skot av uttan fyri brotsteigarmarkið, og bólturin smoygdi sær inn við nærmasta stólpa.
Beint áðrenn málið, var annars nær við, at Hvidovre vórðu skerdi niður í 10 mans, men Metin slapp sera bíliga, tá dómarin bert gav honum gula kortið fyri at saga beinini undan Schrøder.
Seinasta góða hálva tíman skuldi Hvidovre so royna at halda fast um leiðsluna, og leingi sá eisini út til, at hetta skuldi eydnast teimum. Spælið var ikki á nakran hátt á sama støði sum í fyrra hálvleiki, men hinvegin eydnaðist ongan tíð Brænshøj at spæla seg ígjøgnum verjuna, har Óli Johannesen tóktist sera tryggur á sweepara plássinum.
Tíggju minuttir fyri leiklok gekk tó galið. Ein verjuleikari fekk ikki ruddað bóltin nóg væl burtur, og tá sendingin so kom inn fyri, fekk Bjarne Kristoffersen sett høvdið á. Hvidovre-málverjin fekk fatur á bóltinum, men tíverri hevði linjuverjin sæð, at bólturin var farin inn um málstrikuna.
Seinastu løtuna royndu teir á heimaliðnum at trýsta seg fram um aftur, men hetta eydnaðis ikki. Besta møguleikan fekk Yossouf, tá 92 minuttir vórðu leiktir, men úr tveir metra frástøðu skeyt hann beint á málverjan hjá Brønshøj.
Óli fallin til
Við føroyskum eygum var sjálvandi áhugavert at síggja, hvussu Óli Johannesen tykist at hava funnið seg til rættis í nýggja felag sínum.
Yvirhøvur tóktist Óli at hava tamarhald á tí allar mesta, sum gekk fyri seg niðri á hálvuni hjá Hvidovre. Málini kann hann ikki á nakran hátt lastast fyri, tí hesi komu í báðum førum eftir persónligar feilir frá viðleikarunum.
Enn er hann sjálvsagt ikki spældur rættiliga inn á liðið, men sum verjuskipari tóktist hann kortini at duga væl at stýra viðleikarunum, og í framtíðini verður hetta helst ein enn størri partur av spælinum hjá honum.
Akkurát hvørjar møguleikar liðið hevur til at blanda seg í oddin, er ilt at siga við bert einum dysti sum grundarlagi. Sum nevnt í byrjanini, so hevur Brønshøj tó havt sera góð úrslit seinastu tíðina, men teir skulu vera fegnir um, at teir fingu stig við sær úr Hvidovre.
Sostatt kundi bent á, at tað veruliga eru knotur í liðnum hjá Óla og Schmeichel, og tað kann væl verða, at teir fara at toga seg longur upp á stigatalvuna. Hetta kappingarárið verður neyvan talan um uppflyting, men komandi ár verður tað kanska.









