hevur uppborið ein heiður fyri sítt arbeiði. Harafturat tekur hann ábyrgd, tá samfelagið ikki ger tað. Martin hjálpir kroystum avvarðandi, sum ikki vita, hvat tey skulu gera, tá tey hava ein, sum treingir [...] sent inn uppskot um, hvør tey halda, skal gerast Ársins Føroyingur 2019. Hesar grundgevingar hevur ein lesari sent okkum: »Skjóti upp, at Martin Kúrberg verður ársins føroyingur. Martin tekur sær teimum
sær ein flaka at taka við í kappingina. Øll kunnu vera við til at byggja flakan og at sigla á honum, sigur kommunan, men einasta treyt er, at øll, sum eru á flakanum, eru í bjargingarvesti. – Ein kreativan [...] skreytblað og gávukort til besta flakan. – So finn kreativa hattin fram og far í gongd við at hugsa um ein flaka og byrja at byggja, siga Hvalbiar kommuna.
vegleiðing í at byrja at gera títt egna boðrspæl, so er góður møguleiki fyri tí eisini tá. Ein teknar seg til við at senda ein teldu post til: Tina.tausen@skulin.fo ., veit sudurras.fo at siga frá FabLab í Vági [...] til at koma í gongd og fáa íblástur og vegleiðing í FablabVágur, skrivar Suðurrás, Í Fablab hevur ein møguleika at royna tøkni, sum t.d. 3D print og lasarin til endamálið. Hevur tú tørv á at tosa um hugskot
var ein av ovastu leiðarunum í yvirgangsfelagsskapinum, al-Qaida. Sagt verður, at hendingin fór fram í Ghazni-landslutinum, sum hoyrir til India. Myndugleikarnir umrøða Abu Muhsin al-Masri, sum ein lyklapersón [...] hjá yvirgangsfelagsskapinum har í økinum. Í USA er maðurin skuldsettur fyri at hava latið útgerð til ein yvirgangsfelagsskap, og hann er eisini skuldsettur fyri at hava lagt til rættis dráp av amerikanskum
altíð flytast ímóti summarinum. Tað merkir, at hon nú skal flytast ein tíma aftur ímóti summarinum, og í vár skal hon síðani flytast ein tíma fram ímóti summarinum. Í Føroyum varð summartíðin innførd við [...] Klokkan 02:00 í nátt skal klokkan flytast ein tíma aftur. Tað er altíð tann síðsta sunnudagin í oktober, at farið verður í vetrartíð. Summi ivast í, hvønn veg, klokkan skal flytast um várið og hvønn veg
hevur staðið ovarliga á ynskilistanum hjá løgregluni í Føroyum og nú er tað so ein partur av nýggju avtaluni. Tað er eisini ein partur av avtaluni, at fleiri politistar skulu setast í starv í Føroyum. Men [...] Nú fær løgreglan í Føroyum betri umstøður til at hava skjótivenjingar. Tað er ein partur ab nýggju politiavtaluni, sum flokkarnir á Fólkatingi hava gjørt. Talan er um eina fýra ára avtalu og teir báðir
Tíðliga í morgun tók løgreglan ein mann, sum var ólátaður í miðbýnum í Havn. Men tað varð ikki ein handtøka, tey síggja á hvørjum degi, tí hann koyrdi ein rullustól framman fyri sær. Í rullustólinum hevði
fo fekk orð á ein persón, ið lat seg kanna, og viðkomandi vildi vera við, at køin hevði ikki verið so lang, síðani korona breyt út aftur eftir ólavsøku. Viðkomandi, ið fór í bilarøðina ein hálvan tíma, [...] lótu upp, metti seg hava staðið í røðini í hálvan annan tíma tilsamans. Sum skilst ganga søgur um, at ein smittaður hevði verið úti á skeinkistaðnum Jacqson leygarkvøldið, og í Jacqson var stúgvandi fult í
Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið eru nú samd um ein nýggjan sáttmála. Talan er um ein tríára sáttmála, sum er fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2019 til 1. oktober 2022 Sáttmálin heldur seg til [...] tann 1. oktober í ár hækka lønirnar aftur 1,25 prosent. Í semjuni eru nakrar nýggjar flokkingar og ein nýggj áseting er eisini um eina psykiatriviðbót, sum nú er galdandi fyri Heilsurøktarar, sum starvast
Síðan týsdagin í vikuni hevur ein 69 ára gamal maður verið saknaður í Queensland í Avstralia. Men, fríggjadagin vórðu leivdir av manni funnar við ein fiskibát í økinum. Umframt at mannaleivdir vórðu funnar [...] krokodilluálopi. Tískil varð farið at leita eftir krokodilluni, sum hugsandi hevði gjørt av við mannin. Ein krokodilla, sum var einar fýra metrar long, varð skjótt funnin nærindis bátinum, har mannaleivdirnar