Afganskar trygdardeildir hava sambært myndugleikunum í landinum dripið Abu Muhsin al-Masri, sum var ein av ovastu leiðarunum í yvirgangsfelagsskapinum, al-Qaida.
Sagt verður, at hendingin fór fram í Ghazni-landslutinum, sum hoyrir til India.
Myndugleikarnir umrøða Abu Muhsin al-Masri, sum ein lyklapersón hjá yvirgangsfelagsskapinum har í økinum.
Í USA er maðurin skuldsettur fyri at hava latið útgerð til ein yvirgangsfelagsskap, og hann er eisini skuldsettur fyri at hava lagt til rættis dráp av amerikanskum ríkisborgarum.
Abu Muhsin al-Masri er eisini á lista hjá FBI yvir eftirlýstar yvirgangsmenn.
Reuters veit at siga, at Abu Muhsin al-Masri varð roknaður fyri at vera hin næst ovasti leiðarin í al-Qaida.











