Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið eru nú samd um ein nýggjan sáttmála. Talan er um ein tríára sáttmála, sum er fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2019 til 1. oktober 2022
Sáttmálin heldur seg til sama lønarhækking sum undanfarnu tríára sáttmálarnir hetta sáttmálaskeiðið, sigur Fíggjarmálaráðið í eini fráboðan í morgun.
Tann 1. oktober í 2019, hækka mánaðarlønirnar 2,56 proesnt, tann 1. januar í ár høkkaðu tær 2,05 prosent og tann 1. oktober í ár hækka lønirnar aftur 1,25 prosent.
Í semjuni eru nakrar nýggjar flokkingar og ein nýggj áseting er eisini um eina psykiatriviðbót, sum nú er galdandi fyri Heilsurøktarar, sum starvast í føstum starvi á psykiatriskari seingjardeild.