Nú fær løgreglan í Føroyum betri umstøður til at hava skjótivenjingar. Tað er ein partur ab nýggju politiavtaluni, sum flokkarnir á Fólkatingi hava gjørt.
Talan er um eina fýra ára avtalu og teir báðir føroysku fólktingsmenninir, Edmund Joensen og Sjúrður Skaale hava eisini sett síni fingramerki á avtaluna.
At hava betri umstøður til skjótivenjing hevur staðið ovarliga á ynskilistanum hjá løgregluni í Føroyum og nú er tað so ein partur av nýggju avtaluni. Tað er eisini ein partur av avtaluni, at fleiri politistar skulu setast í starv í Føroyum.
Men harumframt verður sjøtul eisini settur á at nútímansgera KT skipanina hjá løgregluni, sum tey siga, hevur verið afturúrsigld í fleiri ár.