Ukraina knústi íslendska HM-dreymin

Íslendingar megnaðu ikki at fáa neyðuga javnleikin í Varsjava

Mynd: Ritzau Scanpix

Íslendingar blivu ov stuttir í HM-undanbólki D.

 

Í finaluni um annað plássið móti Ukraina á uttanveltaðu vølli í Varsjava megnaði Ísland ikki at fáa neyðuga javnleikin ella sigurin, ið hevði tryggjað teimum annað plássið í bólkinum.

 

Við javnleiki høvdu bæði liðini havt átta stig, og tá hevði Ísland havt betri málmun. 

 

Ukraina vann dystin 2-0. Málini vóru skotin móti dystarenda. Ukraina hevði væl fleiri royndir, og hagtølini: royndir innanfyri málrammurnar søgdu 6-2 til Ukraina. 

 

Stóri skaðin hjá Íslandi var heldur, at teir taptu 3-5 fyri Ukraina á heimavølli í Reykjavík. Høvdu teir fingið stig tá vóru teir næstfremst í bólkinum nú.

 

Frakland rundaði undankappingina við at vinna 3-1 á útivølli á Aserbadjan.

 

Frakland endaði fremst í bólkinum við 16 stigum. Ukraina er næstfremst við 10 stigum, og Ísland er nummar trý við átta stigum. Aserbadjan endaði aftast við einum stigi.

 

Ukraina-Ísland 2-0 (0-0)

1-0 Oleksandr Zubkov ('83 )

2-0 Oleksii Hutsuliak ('93 )

 

Aserbadjan-Frakland 1-3 (1-3)

 

1-0 Renat Dadaşov (´4 )

 

1-1 Jean-Philippe Mateta (´17 )

 

1-2 Maghnes Akliouche (´30 )

 

1-3 sjálvmál (´45 )

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix