Lang koronurøð í Klaksvík

 

Tað eru nógv, ið vilja lata seg kanna fyri koronu í Klaksvík í dag, tí at bilarøðin at sleppa inn til kanningarnar er rættiliga lang.

In.fo fekk orð á ein persón, ið lat seg kanna, og viðkomandi vildi vera við, at køin hevði ikki verið so lang, síðani korona breyt út aftur eftir ólavsøku. Viðkomandi, ið fór í bilarøðina ein hálvan tíma, áðrenn kanningarnar lótu upp, metti seg hava staðið í røðini í hálvan annan tíma tilsamans.

Sum skilst ganga søgur um, at ein smittaður hevði verið úti á skeinkistaðnum Jacqson leygarkvøldið, og í Jacqson var stúgvandi fult í fólki, tí leygarkvøldið var seinastu ferð, at skeinkistaðið hevði opið.