Tíðliga í morgun tók løgreglan ein mann, sum var ólátaður í miðbýnum í Havn. Men tað varð ikki ein handtøka, tey síggja á hvørjum degi, tí hann koyrdi ein rullustól framman fyri sær. Í rullustólinum hevði hann nakrar tómar ølkassar ella sodavatnskassar – og oman á kassinum lá nakað av turrum kjøti.
Løgreglan sigur, at rullustólurin er av Landssjúkrahúsinum, so hann er komin upp á pláss aftur. Hinvegin hevur maðurin onga forkláring upp á, hvaðani hann hevur kjøtið og kassarnar, so løgreglan heitir á fólk um at kannað eftir um nakað av kjøtið og nakrir kassar er horvið í nátt, tí so kunnu tey siga løgregluni frá.