Tí eigur hann at gerast Ársins Føroyingur

Hann hevur uppiborið at gerast ársins føroyingur ótroyttiliga arbeiðið, sum hann hevur gjørt í eitt mannaminni og framvegis ger millum tey sosialt ringast stillaðu í Noregi

Lesarar hjá Sosialinum hava sent inn uppskot um, hvør tey halda, skal gerast Ársins Føroyingur 2019. Hesar grundgevingar hevur ein lesari sent okkum:

»Njál Mackay Djurhuus hevur uppiborið at gerast ársins føroyingur fyri hansara ótroyttiliga megnar arbeiði, sum hann hevur gjørt í eitt mannaminni og framvegis ger millum tey sosialt ringast stillaðu í Noregi.

Tankanir eru eisini um Absalon Matrass at gerast ársins føroyingur. Fyri tað ótroytuliga megnar arbeiði hann hevur gjørt og ger við at koyra túr eftir túr, ár eftir ár til eysturevropa við klæðum og øðrum til øll tey stakkals menniskju, sum har búgva, og sum so at siga einki eiga.«

Í blaðnum 30. desember fer Sosialurin at kjósa Ársins Føroying 2019.