Síðan týsdagin í vikuni hevur ein 69 ára gamal maður verið saknaður í Queensland í Avstralia. Men, fríggjadagin vórðu leivdir av manni funnar við ein fiskibát í økinum.
Umframt at mannaleivdir vórðu funnar, hevði báturin merkir, sum kunnu stava frá krokodilluálopi. Tískil varð farið at leita eftir krokodilluni, sum hugsandi hevði gjørt av við mannin.
Ein krokodilla, sum var einar fýra metrar long, varð skjótt funnin nærindis bátinum, har mannaleivdirnar lógu, og tað eydnaðist leitingarliðnum at avlíva krokodilluna.
Løgreglan í Queensland heldur, at leivdirnar stava frá saknaða manninum, og nú skal skurður gerast av krokodilluni fyri at fáa staðfest, um hon hevur etið mannin.











