Í nátt flyta vit klokkuna

Nú fara vit úr summartíð og í vetrartíð

Klokkan 02:00 í nátt skal klokkan flytast ein tíma aftur. 

Tað er altíð tann síðsta sunnudagin í oktober, at farið verður í vetrartíð.

Summi ivast í, hvønn veg, klokkan skal flytast um várið og hvønn veg hon skal flytast um heystið. Reglan er, at hon skal altíð flytast ímóti summarinum. Tað merkir, at hon nú skal flytast ein tíma aftur ímóti summarinum, og í vár skal hon síðani flytast ein tíma fram ímóti summarinum. 

Í Føroyum varð summartíðin innførd við løgtingslóg í 1980. Hetta varð gjørt fyri at spara orku, og fyri at skrivstovutíðirnar í Føroyum skuldu passa við tær í restini av Evropa.