Í sambandi við at Hvalbiar kommuna skipar fyri grillhugna leygardagin 8. august, skipar kommunan eisini fyri flakakapping á Heygsvatni, og tí bjóðar kommunan øllum at byggja sær ein flaka at taka við í kappingina.
Øll kunnu vera við til at byggja flakan og at sigla á honum, sigur kommunan, men einasta treyt er, at øll, sum eru á flakanum, eru í bjargingarvesti.
– Ein kreativan, litfagran ella bara stuttligan flaka, ja bert hugflogið kann seta markið, sigur Hvalbiar kommuna, ið letur skreytblað og gávukort til besta flakan.
– So finn kreativa hattin fram og far í gongd við at hugsa um ein flaka og byrja at byggja, siga Hvalbiar kommuna.