2013, og toskaprísirnir kunnu tí væntast at falla. Um prísurin á toski minkar, fer tað sambært evropeiskum innkeyparum at viðføra, at evropeiski brúkarin fer at velja tosk fram um onnur bíligari fiskasløg [...] Einstakir keyparar meta, at toskur kann verða valdur fram um laks og hýsu. Hóast eftirspurningurin eftir laksi er stórur, kann minkandi útboð av laksi upp á stutt sikt føra til, at toskur verður valdur í [...] í staðin. Vinnuhúsið skrivar, at hýsukvotan minkar munandi í mun til árið fyri, og tí kann toskurin sannlíkt fylla ein part av minkandi útboðnum av hýsu.
Amerikanska flogfelagið Continental Airlines varð í dag fríkent fyri at hava skyldina av, at eldur kom í eitt Concorde-flogfar, beint eftir at tað var farið á flog av Charles de Gaulle-flogvøllinum uttan fyri [...] l Airlines at gjalda tvær milliónir evrur í bót og endurgjaldi í sambandi við vanlukkuna. Rætturin segði, at eitt flogfar hjá felagnum hevði mist eitt metalpetti niður á flogbreytina, og at hetta pettið [...] slongt upp undir ein av brennievnitangunum á Concorde-flogfarinum, tá tað fór uppfrá, við tí úrsliti, at eldur kom í tað. Continental Airlines vildi ikki góðtaka dómin, og nú hevur ein annar dómstólur fríkent
News og Reuters, at tað verður senatorurin John Kerry, sum skal taka við sum amerikanskur uttanríkisráðharri eftir Hillary Clinton. Sagt verður, at Barack Obama, forseti, hevur hjørt av at seta John Kerry [...] Kerry í starvið, men at forsetin fer ikki at almannakunngera avgerð sína fyrr enn um nakrar dagar. John Kerry, sum er senatorur umboðandi statin Massachusetts, gjørdist kendur, tá hann stillaði upp á fors [...] nevndini hjá Senatinum. Tað er ikki heilt greitt, nær Hillary Clinton fer at gevast í uttanríkisráðnum, men ABC News sigur, at tað ganga nakrar vikur afturat.
sigur tað vera gott, at støðugt fleiri arbeiðsleysir danir leita sær arbeiði í Noregi, og sambært ráðharranum er breið politisk semja um, at arbeiðsávísingin eigur at gera meiri fyri at finna arbeiðsmøguleikar [...] norðmenn, sviar ella týskarar, sigur Margrethe Vestager við Politiken, sum veit at siga, at fleiri danskar kommunur royna at útvega sínum arbeiðsleysu arbeiði í Noregi. 4.230 danir búgva í Danmark og arbeiða
fylgja við stríðnum, siga, at stríðið harðnar, og at Kina hevur havt minst eitt herskip við oyggjarnar hvønn dag tann seinasta mánaðin. Orsøkin er sambært eygleiðarunum, at Kina er sera misnøgt við ein [...] Japan og USA. Í sáttmálanum stendur, at hóast USA ikki tekur støðu til stríðið um Senkaku-oyggjarnar, viðurkennir landið, at Japan hevur ræðið á oyggjunum. Kina krevur nú at fáa valdið á næstan øllum Suðurkinesiska [...] smáoyggjum. Í gjár bað kinesiska stjórnin Vietnam gevast við oljuvinnuni í Tonkinflógva og halda uppat við at reka kinesisk skip burtur haðani.
hava gjørt av at skarva av kvotuni. Í einari yvirlýsing, sum varð send út í gjárkvøldið, sigur kommiserurin, at tann íslendska kvotan er framvegis alt ov stór. Í fjør var tilmælið hjá ICES, at tað var ráðiligt [...] Sigfússon, hevur gjørt av, at íslendska makrelkvotan í ár verður 15 prosent minni enn í fjør. Skerjingin er gjørd sambært tilmæli frá altjóða havrannsóknarráðnum ICES, og hon ber í sær, at tann íslendska makrelkvotan [...] ráðiligt at fiska 639.000 tons av makreli, men veiðan kom upp í 920.000 tons. ICES hevur so mælt til at skarva 15 prosent av heildarkvotuni í ár, so hon verður 542.000 tons.
avleiðingin er, at fílurin er í vanda fyri at doyggja út í fleiri londum í Afrika. Fyri 25 árum síðani kom bann ímóti handli við fílabeini, men tann góði prísurin á fílabeininum hevur gjørt, at tann ólógligi [...] veiðimenninir eru eisini farnir at gera um seg har eysturi og har suðuri í Afrika. Djóraverndarfelagsskapir siga, at umleið 25.000 afrikanskir fílar hvurvu í 2011, og at talið var helst uppaftur størri [...] størri í fjør. Hildið verður, at tað eru millum 420.000 og 650.000 afrikanskir fílar eftir.
Kuupik Kleist, at tað er altíð orsøk til at vera bjartskygdur. Forkvinnan í Siumut, Aleqa Hammond, var eisini væl nøgd við fundin við IA. -Eg haldi, at fundurin var góður, og vit hava gjørt av at hittast aftur [...] aftur týsdagin, tí tað er framvegis grundarlag fyri at halda fram við orðaskiftinum, segði hon. Hon legði afturat, at hon hevur lagt dent á at tosa um tey málini, sum partarnir vóru ósamdir um í valstríðnum
undirstrikar tó, at ÍSB fer ikki at gloyma breiddina, og fara tey framvegis at skipa fyri breiðum ítróttartiltøkum. - Eingin elita uttan breidd, undirstrikar Katrin Dagbjartsdóttir. Tað ber til at hoyra prátið [...] dag, at ÍSB vónar at kunna senda enn fleiri føroysk ítróttarfólk til paralympisku leikirnar í Rio de Jaineiro í Brasil í 2016. Enn vilja tey í ÍSB ikki seta nøvn á øll tey, sum tey vóna sleppa at umboða
partur av hópinum. Av Tvøroyari skilst, at tey hava góðar vónir til ungu spælararnar, men at tað ikki er óhugsandi, at onkur einkultur spælari kemur afturat, um talan er um røttu loysnina. [...] Senegalska innrásin í TB er minkað við einum triðingi, eftir at tað í dag er greitt, at Joseph Bassene ikki verður eina partur av hópinum hjá TB komandi kappingarár. Miðvallarin vann steypakappingina við [...] vit leitaðu eftir og tí hava vit valt at enda samstarvið, sigur Andre Dalfoss, formaður í TB, sum váttar tíðindini. TB boðaði annars frá stutt eftir ársskiftið, at Joseph Bassene skuldi verða ein partur